Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Kristin snýtti Aksel







Løgtingsmaðurin á Tvøroyri, Kristin Michelsen snýtti sín egna formann, tá atkvøtt varð um misálit á løgmann í gjár.

Kristin Michelsen hevði lovað Aksel V. Johannesen, at hann fór at atkvøða fyri, men gjørdi tað kortini ikki. Hann atkvøddi ístaðin blankt saman við partamanninum Gerhardi Lognberg og Kára P. Højgaard úr sjálvstýrisflokkinum.

Javnaðarflokkurin koyrir í mótbrekku í løtuni, og formaðurin segði við útvarpið á middegi, at er hann orsøkin til tess, er hann til reiðar at leggja frá sær.

Hann gjørdi samstundis greitt, at onkur má rætta seg inn ella má onkur fara.

Aksel V. Johannesen sigur, at hann visti, at Gerhard Lognberg fór ikki at taka undir við málinum, men Kristin Michelsen broytti meining á tingfundinum.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið