Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Konni Kass í Norðurlandahúsinum





Dugnaskapur á rættiliga høgum støði!

Eg mátti seta meg við tastarnar, tí upplivingin í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, var onki minni enn “upcoming” stjørnur, sum eg vóni fara longur fram á leiðini.

Aftur her merkti eg henda inngróvna dugnaskapin, sum ger mína uppliving til nakað heilt serligt.

Fyri at byrja við Konni, so er hon sprottin í dugnaligum tónleikarum, so er ikki at undrast yvir, at hennara avrik standa í serflokki.

Mær dámar heilt ómetaliga væl hennara rødd, sum fer yvir í R&B og so hevur hon júst ta kraftina og slagkraftina, sum fær hana at standa sera sterka í ljóðmyndini.

Tað eg beit serliga merki í var, at hon hevði nakrar ljóðboksir framman fyri sær, har hon á ein sera dugnaligan hátt, fekk gjørt nakað við vokalin og ikki minst at fáa hendan at passa inn í samlaðu ljóðmyndina – fantastiskt!

At hon ikki bara er ein góður sangari kom eisini undan kavi, tá hon tvær ferðir tók saxofonina, og fekk aftur her tónarnar at koma út til okkara, við sera hegnisligum tekniskum avriki.

Eisini settist hon við flyglið, har hon spældi og sang eitt lag, sum hon sjálv segði, var so mikið nýtt, at hetta ikki var roynt í bólkinum.

Ongin ivi í mínari verð, at hevur Konni viljan til tónleikin, sleppur hon so langt hon sjálv vil.

At hon so hevur funnið sera dugnaligar tónleikarar afturat sær, ger sjálvandi tað samlaða projektið til nakað heilt serligt.

Knút Háberg Eysturstein er ein heilt serligur og dugnaligur tónleikari, sum vit kenna úr mongum ymsum, og hevur hann hesa stillu og leiðandi rolluna, sum gevur mær eina kenslu av perfektionismu og evnunum at fáa alt upp í eina hægri eind.

Hann hevur so eisini henda tekniska førleikan, sum ikki bara er at fáa tangentarnar at tala, men so sanniliga eisini við sínum førleika og passión, førir okkum inn í eina løtu við ljóði, sum eg sjáldan havi merkt fyrr.

Torleik Mortensen yvirraskaði meg kanska mest, tí í mínum áhuga fyri basstónleiki, havi eg ofta kanska lyndi til at hoyra hetta fram úr hinum.

Men tá ein bassur blívur til so nógv annað enn taktsláarin, fekk eg aftur her hesa kensluna av dugnaskapi, sum kann fáa ein bass at verða annað enn ein bassur.

Per Ingvaldur Højgaard Petersen er sanniliga í serflokki innan síni slagverk og eri fegin um, at hann eisini er partur av projektinum.

At hava valt Benjamin Petersen til produktiónina og annað gevur eisini eitt serligt íkast, sum eg seti rættiliga høgt.

Eg veit at Konni er undir lestri, sum í sær sjálvum er stórt, kanska meira trygt, men eg má siga, at eg vóni at hoyra meir til hesi, tí hetta er serstakt!

Fríðálvur A.  Jensen

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið