Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Kommunuskúlin eigur at verða skúli aftur









Ein stórur skúli í miðbýnum setur sín serliga dám á lívið í høvuðsstaðnum. Lívsglað børn, lærarar og foreldur, sum eru tongd at Kommunuskúlanum eiga at sleppa inn aftur í skúlan. Ein loysn eigur at verða funnin nú.

Eg taki fult undir við forkvinnuni í mentanarnevndini, Helenu Dam á Neystbø, sum herfyri boðaði frá, at hon heldur, at vit eiga at umvæla Kommunuskúlan og taka partar av honum í nýtslu aftur skjótast gjørligt.

Kommunuskúlin hevur í nógv ár verið við til at hildið lív í miðbýnum. Hendan lívgandi mentanarborgin, sum hevur fyrireikað fleiri ættarlið til vaksna lívið, er ein rótfestur kjarni mitt í høvuðsstaðnum, sum eigur at sleppa at halda fram við sínum týdningarmikla virksemi – at ala upp og fyrireika okkara børn til at stíga út í lívið.

Lívsglaðu børnini í Komunuskúlanum eiga aftur í størri mun at gerast partur av býarmyndini. Talið av skúlabørnum í miðbýnum minkaði nógv, tá hægru flokkarnir í Kommunuskúlanum fluttu út á Argir, eftir at soppur var staðfestur i gomlu bygningunum í miðbýnum.

Tað ber til at umvæla bygningarnar, og lati okkum tí fáa gongd á hetta arbeiðið skjótast gjørligt, so børn og foreldur aftur kunnu kenna seg trygg og fáa vissu fyri, at teirra barn heldur fram í tí skúla, tað var innskrivað í. Málið hevur hingið í leysum lofti í alt ov langa tíð.

Í kjakinum um Kommunuskúlan hevur verið víst á, at ferðsluviðurskiftini kring skúlan í miðbýnum eru ótrygg fyri børnini. Tað er púra rætt, at vit eiga at skipa ferðsluna øðrvísi kring Kommunuskúlan, og hetta kann gerast sum partur av eini heildarætlan fyri miðbýin, sum Kommunuskúlin eftir mínum tykki eisini eigur at verða partur av. Børn ferðast ígjøgnum miðbýin hvønn einasta dag, og her eiga vit sjálvandi at hava tryggleikan í hásæti alla tíðina.

Ferðslutrygdin í miðbýnum er sum so eingin góð grundgeving í royndunum at broyta Kommunuskúlan til íbúðarbygningar. Børn fara vónandi altíð at ferðast ígjøgnum býin, og tí er trygdarspurningurin altíð eitt mál fyri seg, sama hvat virksemi annars er í miðbýnum.

Lati okkum venda aftur til góða, gamla Kommunuskúlan, sum við sínum mongu næmingum, lærarum og foreldrum fær miðbýin at blóma.



Vinaliga heilsan

Bogi Andreasen, limur í mentanarnevndini

Fólkaflokkurin

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið