Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Kollvelting innan “rættindi” í fiskivinnuni.!!???





Løgtingið samtykti í síni tíð tað "skilaleysa" uppskotið, at siga upp øll fiskirættindi hjá veiðimonnum okkara til ársenda 2017.

Eisini samtykti løgtingið tað skilaleysa uppskotið, at fiskiríkidømið við Føroyar og fiskirættindi aðrastaðni, sum eru vunnin í samband við umbýti av fiskatilfeingi, skal vera "ogn Føroya Fólks"!

At fiskiríkidømið er ogn okkara hevur altíð verið galdandi, men við hesi eyka samtyktini, so gangi eg og øll onnur við ognarbrævi í reyvalummanum, sum gevur mær og hinum persónligan ognarrætt.

Greitt er, at ongin væntar, at eg fari út á hav at veiða mín part, men sjálvt um mín partur kemur í landskassan sum felagsogn, so fái eg onga kenslu av mínum persónliga ognarrætti! Sjálvt um eg havi verið skattaborgari í hesum landi alt mítt lív!

Hesir tankar komu mær í huga, tá eg tilvildarliga kom fram á grein mína á sinni: "Apurnar".

Har nevndi eg, at í samband við, at menniskjan er komin frá apunum og ment seg í skili, sannaði eg, at tað er øvugt! Menniskjan lækkar í skili, og endar sum apa!

Og frá politiskari síðu síggi eg onki, ið ber á annað borð!

Mín lýsing annars í fyrstu syftu: Eg fór á rækjuveiðu við Hvilvtenni á Flemish Cap í 2003. Har varð nýtt trol, men trol kendi eg ikki meiri enn tað, at eg hevði sæð tað! Aðrir høvdu betri skil fyri at koyra tað út, taka inn aftur, men tíðum var trolið skrætt, og mátti bøtast. Har kundi eg heldur onki gera uttan vinda tráð uppá nálirnar, og "halda í"! Tó við mínum ókunnleika varnaðist eg, at menn komu við knívi, skóru og skóru, so holið oftað var størri enn upprunaliga?

Í staðin fyri at finnast at teirra arbeiðshátti, so fór eg heldur og spurdi, hví teir gjørdu holið størri. Og har fekk eg at vita, at fyri at trolið skuldi halda sítt upprunaliga skap, so mátti tað bøtast rætt fyri at vera eins fiskiligt. At gera tað krevur, at skorið verður til so bøtast kann rætt! Samlaða skapið á trolinum er treyt fyri, at tað "fiskar".

Í byrjanini nevndi eg fiskirættindini hjá "veiðimonnunum"! Men hvar eru reiðarafyritøkur mínar í dag?

Byrjaði hjá Johan Dahl á Gørðunum. Kimbil hjá Poul Hansen. Uttari Handil hjá Richard Thomsen. Norðstjørnan hjá Torvald Andreasen.

Vóru teir "Ríkir"?

Eyðun Mohr Viderø

‎06-‎04-‎2017





© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið