Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Klæmint Myllhamar 75 ár







Serliga gestablídnið, fyrikomandi smílið, og fjálga og sermerkta málið, gera at Klæmint á Myllhamri, líkist burturúr. Ger ongan háva burturúr sær sjálvum, men er altíð tilreiðar til politiskt kjak, við eini stuttligari søgu, ella við einum lítlum, um løtan er til tess.

Makin aftanfyri, Elisabeth, er mans maki, og hevur tað uttan iva verið Klæminti til mikið gagn, drúgva partin av hesum 45 árunum, teimum er unt at liva saman. Og tað krevur ikki einki av einum manni, at vera eins frammaliga í skónum, sum Elisabeth. Tí Elisabeth er eitt framúr fólk. Onkursvegna eru tit ímyndin av tí at liva saman í einum góðum hjúnalagi, við lognardøgum, og í mótburði við.

Klæmint er sonur Jóan Petur hjá Pæturi, og Sunnevu, konu hansara. Er miðskeiðis í einum systkinaflokki sum telur sjey, harav fýra teirra framvegis búgva í Skálavík. Tætta tilknýtið til sjógvin, og tí sum í havinum býr, er ein reyður tráður í familjunnar lívi, hóast mentanarligu gávurnar ikki eru at forkasta.

Klæmint er ikki komin til skorin klæði. Lívsleiðin hevur kravt eitt virkið og krevjandi verk, sum fiskimaður og útróðrarmaður. Av allar raskastu monnum sum yngri, og fiskieydnan hevur staðið honum við lið, uttan mun til hvørjum hann hevur verið saman við á sjónum. Eisini á eldri árum, hevur hann fingist við bát og útróður, og væl liggur fyri.

Abbasynirnir Klæmint, Jákup og Eli Eisenberg, sum Tóra Sofía og Dánial hava givið honum, fáa í dag Klæmint til tað mesta. Helst eisini viðurskifti, sum hann avgjørt hevði sagt nei til sum yngri. Hóast Klæmint í dag er ein sera hugnaligur abbi, sum fyri tað mesta hjúklar um konuna og familjuna, so býr í Klæminti ein veruligur stríðsmaður. Klæmint á Myllhamri er tjóðskaparmaður, og bygdamenningarmaður um ein háls.

Er ikki seinur at tala at um sambandsmenn gera seg upp fyri Danabrók, ella um Tjóðveldið í Havn, gloymir sína rót sum fiskimanna og bygdaflokkur. Uttan mun til hvør tað er, sum ger seg inn á næstan, og tað sum Klæmint hevur kært, so er hann skjótur sum falkurin at verja.

Klæmint hevur síðani ungdómsárini verið Tjóðveldismaður, helst alt sítt lív. Var barn, tá fólkaatkvøðan var, men fekk skjótt ans fyri hugsjónini, sum grundaði Tjóðveldisflokkin. Og uttan mun til hvussu politiska rákið hevur verið, hevur hann staðið sum drangurin, og vart borg fyri hugsjónini, um at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Tað er ikki fundur í Sandoyar Tjóðveldisfelag, ella floksting hjá Tjóðveldisflokkinum, uttan at Klæmint er við. Antin við politiskum íkasti, ella við einari góðari søgu.

At føðingardagurin verður hildin á Sjómannadegnum, er so væl hóskandi sum til ber hjá Klæminti og Elisabeth.

Hóast purlurnar, sum kamburin í dag kínur eru færri, so er lívsneistin og brennandi áhugin fyri tí sum fer fram í samfelagnum framvegis tann sami.

Blíðan byr á degnum, frændi, og á lívsleiðini framyvir.

Skyldmaður

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið