Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Kirkjuliga heimamissiónin nýggjan formann









1. september tók Símun P. Jacobsen, sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi, við sum formaður í høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu heimamissiónini

Hann avloysir Berg D. Joensen, sum hevur verið formaður síðani 2010 og eisini var formaður árini 2001-2006.

Símun ætlar sum formaður at leggja dent á at fáa enn fleiri heimamissiónsfólk virkin í tí sera umfatandi virkseminum. Heimamissiónin hevur sum motto at møta fólki, har tey eru, og tað er bæði ein stór avbjóðing og ein stórur møguleiki, sigur Símun. At møta fólki, bæði við tí góða orðinum og tí góða gerninginum.

Nýggj næstforkvinna er Mariann D. Poulsen av Strondum.

Kirkjuliga heimamissiónin er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Hon varð stovnað í 1904 og er í dag virkin innan missión í Føroyum, sjómansmissión og altjóða missión. Heimamissiónin eigur m.a.leguhúsið í Nesvík og blaðið "Trúboðan". Tilsamans 16 fólk eru í løntum starvi, og um 30 missións- og meinigheitshús um landið eru knýtt at Heimamissiónini.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið