Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




KIMO ráðstevna í Føroyum









Í døgunum 13. til 15. septembur, er Føroya Kommunufelag vertur fyri 23. aðalfundinum 2013 hjá KIMO (kommunernes internasjonale miljøorganisasjon).

Stórur áhugi er millum limirnar fyri fundinum, og umleið 70 fólk frá kommunum við Atlantarhavið koma til Føroya at luttaka á fundum og sjá oyggjarnar, skrivar kommunufelagið á heimasíðuni.

14. septembur kl. 9:00 er ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Kári P. Højgaard, lsm. setur ráðstevnuna. Skráin er:

Norður Atlantarhavið í globalum broytingum.

- Marin Margretha H. Larsen, havfrøðingur frá Havstovuni.

Føroyar í OSPAR høpi.

- John Mouat, deildarleiðari hjá OSPAR kommisjónini.

Trygd og tilbúgving Føroya í samanhangi við Norður Atlantshavið og arktiska økið, SAR og tilbúgvingarætlan.

- Hendrik Weihe Joensen, ráðgevi.

Kunning um nýggjar loysnir viðv. spillivatni.

- Rasmus Magnussen, stjóri á Faroe Marine Technic

Havruskveiða við Føroyar

- Kári Thomsen, Agenda 21 Stovan.

Monica Gripp, formaður KIMO, tekur saman um og endar ráðstevnuna.





Ráðstevnan endar kl. 12:00.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið