Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




JUVÈL II, tíðin komin at fara





MYND: Rúni, Sámal og Marjun, sum eisini vera við í ferðalagnum

SKRIVAÐ: Kristiliga Tíðoindatænastan v/Poul Johan Djurhuus - gjaranes@gmail.com



Nú er tíðin komin, tá farið verður avstað. Komandi mánakvøld verður kósin sett eysturyvir ímóti Norrakystuni.



Tað verður ein manning upp á 12, sum siglir til Norra. Nøkur av toyminum fara við flogfari til Bergen sama dag, sum farið verður úr Føroyum. Skipari verður Gullak Gullaksen, og stýrimaður verður Hegin Sevdal, báðir úr Leirvík.

Tað tekur gott tvey samdøgur, undir vanligum umstøðum, at sigla til Bømlo. Roknað verður við, at Juvél II kemur til Norra seint mikukvøldið 26. apríl. Hósdagin 27. apríl kl.17:00 verður lagt til bryggjuna Zalahuset í býnum Langevåg, sum liggur í suðurendanum á oynni. Tá verður almenn móttøka á bryggjuni, har ein kendur persónur í býnum kemur at taka ímóti við eini móttøkurøðu.

Undir almennu móttøkunum verða fólk boðin umborð til drekka, sang og prát. Juvél II kemur at liggja í Langevåg í fýra dagar, og hesar dagarnar verður vitjað í fleiri samkomum, farið verður í húsini við lesna, vitjað verður á ellisheimum, og útifundir verða eisini.

Mánadagin 01. mai verður farið til Urangsvågen, sum liggur norðaliga á Bømlo. Har verður eisini almenn móttøka, har borgmeistarin á Bømlo, Odd Harald Hovland, kemur at hava móttøkurøðuna. Sangkórið Havdur kemur at syngja. Havnamaðurin, Jørgin Gunnarson, sum hevur búð á Bømlo í mong ár, samskipar luttøkuna við sangkórinum.

Vitjað verður í trimum havnum við Juvél II. Triðja havnin verður Moster, sum liggur á eystursíðuni á Bømlo.

Dagin fyri sum Juvél II kemur til Bømlo, verður oyggjablaðið Bømlo Nyt sent í hvørt hús á oynni, har samrøða er við manningina, og eisini ein prenta innbjóðing við myndum og fullari skrá yvir vitjanina.

Mánadagin 08 mai er vitjanin í Norra liðug, og tíðliga mánamorgunin verður farið avstað úr býnum Moster, har skipið tá hevur ligið í tríggjar dagar. Væntandi verður Juvél II aftur á Klaksvík mikudagin 10. mai.

Fólk verða biðin um at minnast ferðina og luttakararnar í bønum teirra!!!









© Poul Johan Djurhuus - Sandoyarportalurin
Mest lisið