Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Jósup røkir siglingina millum Sand og Skúgvi









Nýggi ferðamannabáturin, ið røkir Mykines leiðina siglir í løtuni fyri Sildberan ið er á beding í Havn. Tað er illveður í Mykinesi og tí verður nýggi báturin royndur á hesi leiðini, ið kemur ómetaliga væl við hjá ferðafólkum, tí hetta er eitt luksus skip afturímóti Sildberan.

Sandportalurin var úti í Støð og umborð á nýggja bátinum og spurdu hvussu væl hesin báturin roynist á hesi leiðini. Jú, har varð latið væl at, eisini frá skiparanum á Sildberanum ið var til staðar. Sagt varð, at hesin báturin rullar lítið í mun til Sildberan og tá er nógv vunnið, tí Sildberin rullar á sløttum!.

Jósup er 15 metur langur, 5,30 breiður og stingur 1.20 metur. Hann gongur 22 míl.

Nú er at vóna, at Johan Dahl, landsstýrismaður letur Skúvoyingum nýtt skip sum skjótast, tí tíðin við Sildberanum er fyri fleiri árum síðan farin.

Sí myndir við at trýsta á myndina niðanfyri

[wppa type="cover" album="46"][/wppa]

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið