Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




JONNY NOER OG MANU SAREEN, FYRRVERANDI KIRKJUMÁLARÁÐHARRI – sjáldsom rættarsak





MYND: Johny Noer

SKRIVAÐ: Krist. Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus / gjaranes@gmail.com



Tá danska fólkatingið í juni 2012 samtykti við lóg, at gera eitt vígsluritual til vígslu av samkyndum og harvið innføra við lóg, at fólk av sama kynið kunnu vígast í donsku fólkakirjuni, tá fleyt bigarið yvir hjá kenda danska journalistinum, rithøvundanum og prædikumanninum Johny Noer, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum og hildið fyrilestrar og talað fyri fullsettum hølum.

Sama mánaða, sum nýggja hjúnabandslógin varð samtykt, fór fyrsta vígslan av samkyndum fram í donsku fólkakirkjuni fríggjadagin 15. juni 2012.

Johny Noer er sannførdur um, at við hesi nýggju hjúnabandslógini, hevur danski kirkjumálaráharrin og harvið kirkjumálaráðið gjørt seg inn á og brotið donsku grundlógina, sum greitt sigur í kapitul 1 og paragraf 4: “Den Evangelisk-Lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten.”  



STEVNING

Johny Noer fór beinleiðis til verka og fyrireikaði stevning móti kirkjumálaráðnum og táverandi kirkjumálaráðharra, Manu Sareen.

Saman við nýstovnaða kristiliga felagsskapinum “MED GRUNDLOV SKAL LAND BYGGES,” og teirra umleið 300 limum, stevndi Johny Noer tann 15. desember í 2014 fyrrverandi kirkjumálaráðharra, Manu Sareen, og tann táverandi kirkjumálaráðharran, Marianne Jelved, fyri Eystara Landsrætt.

Kravið hjá saksøkjarunum var, at Manu Sareen verður dømdur at hava brotið donsku grundlógina, og at inniverandi kirkjumálaráðharri, Marianna Jelved, verður dømd at avtaka nýggju hjúnabandslógina.

Málið hevur havt sína gongd í býrættinum í Keypmannahavn, og har frá til Eystara Landsrætt, og síðani fór málið í hægstarætt, og dómur fall í málinum hósdagin 23. mars kl.12:00 2017 – tað tók dómaranum bert 2. minuttir at lesa dómin, sum í stuttum var tann, at Johny Noer tapti sakina sæð frá einum juridiskun sjónarmiði.



TAPTI SLAGIÐ, VINNUR KRÍGGIÐ

Kristiligt Dagblad skrivar sama dag: Det tog under to minutter for dommeren i Højesteret at sætte punktum i en over to år lang sag om folkekirkens selvbestemmelse. Klokken 12 i dag læste hun dommen højt for en tom sal, klappede sin bog sammen og forlod salen.

Johny Noer varð spurdur í eini samrøðu í Radio24syv, um hann helt at Gud var vónbrotin av, at tey taptu sakina. Tá svaraði Johny, at “hann ivaðist ikki í, at Gud kendi dómin frammanundan.......vit hava tapt slagið, men fara at vinna kríggið!”  

Johny Noer, saman við sínum nýstovnaða felagsskapi - MED GRUNDLOV SKAL LAND BYGGES – er fult og heilt sannførdur um, at danski staturin og danski hægstirættur hevur við hesi lóg og dómsavgerðini hósdagin 23. mars, gjørt eitt serdeilis álvarsamt inntriv í sína egnu grundlóg og fólkakirkjuna, og tá serliga kapitul 1, paragraf 4, sum kemur at broyta totalt støðuna hjá donsku fólkakirkjuni í danska ríkinum. Sambært Johny Noer er dómurin hjá hægstarætti hósdgain 23. mars kl.12:00 eitt myrkt skýggj, sum boðar frá eini maktyvirtøku hjá statinum bæði í fólkakirkjuni og í tí almenna kristiliga rúminum.

Johny Noer sigur, eftir hægstarættardómin, at nú verður farið inn í eina nýggja fasu í stríðnum at varðveita paragraf 4 í kapitul 1 í donsku grundlógini, og hann heitir á allar kirkjuligar institutiónir og tey kristnu sum heild í Danmark um at standa saman í hesum stríðnum.

Um onkur ynskir at vita meir um Johny Noer og grundlógarmálið, ber til at fara  inn á heimasíðuna hjá Johny Noer ella heimasíðuna hjá felagsskapinum, med grundlov skal land bygges. KELDUR: Kristeligt Dagblad / Heimasíðurnar: www.noer.info   www.medgrundlovskallandbygges.dk









© Poul Johan Djurhuus - Sandoyarportalurin
Mest lisið