Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Jonhard á Regni seksti







Onkur segði, at barnaheimið uppi á Regni mest var átøkt einum kombineraðum verksmiðjutogara Á mangan hátt eru bygdirnar ymiskar í Føroyum, tíbetur. Dialektirnar eru eitt og vinnumynstrið eitt annað o.s.fr. Toftir hava verið kendar sum ein av teimum heilt stóru útróðrarbygdunum í landinum, og mangur gitin útróðrarmaður hevur fingið sína verkligu skúlagongd í egningarskúrunum í bygdini. Aðrir hava eisini fingið somu basiskenslu, hóast teir endaðu á øðrum rókum í samfelagnum, ovari og niðari.

Tað kunnu vera mangar orsøkir til, at maður velur at halga sítt lív til útróðurin. Helst kennir bara hann einsamallur grundina, men man frælsi ikki vera størri parturin, hetta at eiga ræði, at ráða sær sjálvum við egnum báti, bara í samljóði við natúrligu kringumstøðurnar? Ikki at vera undirgivin øðrum maktum enn væntanini um tann næsta stóra fongin og um líkindini í ivaveðri. Hesin spenningurin, sum altíð liggur á markinum, er helst bótin, sum fær adrenalinið á kók stútt og støðugt.

Jonhard á Regni fyllir seksti ár leygardagin hin 13. apríl. Ein av kendastu útróðrarmonnum í landinum, og hann hevur mangan brattan farið, og hann er ein av teimum, sum er útróðrarmaður burturav, eisini tey ringu fiskiárini, tá ið driftin ikki hevur verið serliga lønandi. Hetta er hansara lív, og hann livir í pakt við natúruna og sveiggini í henni. Idealið er at liva av og við útróðri í ringum og góðum tíðum, tað at veiða er eitt óundansleppandi mantra.

Jonhard er sjeyndur av tíggju systkjum. Sonur Jóhan á Regni og Andreu Olsen, f. Hansen, ættað uttan av Bø í Svínoy. Hann er giftur Mariu av Strondum, hon er dóttir Marthu og Hans David Johansen. Saman eiga tey børnini Hans Martin, Andreu, Honnu og Jan. Harumframt eigur Jonhard sonin Magna.

Onkur segði, at barnaheimið uppi á Regni mest var átøkt einum kombineraðum verksmiðjutogara. Funktiónirnar vóru mangar, og tað bar so mangt til, sum hevði verið óhugsandi á okkara døgum. Har var alt uttan livandi grind. Í erva var røktarheim, føðideild, barnagarður, vøggustova og sosiala bráðpannan, har fólk komu og fóru. Óskipað og tó skipað - uttan almennar ásetingar og formalitetir. Í kjallaranum var djóragarður og verksmiðja. Kúgv, seyður, hønur, dunnur, ketta og har var eisini rúm fyri nátthúsinum og har bleiv línan rakt um, egnt við loyptum fliðum, gággum og fjarðasild. Hetta var slaraffenlandið hjá toftadreingjum, og Jonhard luttók íðin í øllum hesum.

Fermingardagin lá línuskipið “Jógvan Norði” og bíðaði eftir Jonhardi, og eftir at prestur hevði lagt hondina á høvdið á honum, fór hann 14 ára gamal til Grønlands við hinum seinri so kenda politikaranum og skyldmanninum Jógvani Ingvard Olsen sum skipara. Hetta var í 1967. Sama árið og í 68 og 69 róði hann út í Ravnoynni. Í 1970 var hann á saltfiskaveiði við “Borðoyarnes” og várið í 71 var hann í saltfiski við “Magnusi Heinasyni.”

Sama árið keyptu teir báðir Páll, bróðurin, ein av teimum kendu Nordafarbátunum, og fóru undir at rógva út úr Føroyingahavnini. Hin væl eldri Páll er eisini gitin útróðrarmaður, og meðan hann helt fram at rógva út, var Jonhard aftur við “Jógvan Norði” árini 72, 73 og í 1974. Síðani róði hann út við “Volunteer” í 76, 77, 78 og í 1979. Í 1980 var hann á saltfiskaveiði við “Hans Erik” og í 82, 83, og í 1984 var hann á laksaveiði við “Kelduni”, “Norðfarinum” og “Vatnhamar.”

Fyri 30 árum síðani lat hann saman við yngsta beiggjanum smíða eitt stórt 10-mannafar. Bátasmiður var Jan Múller í Miðvági, og síðani hevur hann burturav verið útróðrarmaður. Í 1987, tá hann ynskti sær betri umstøður, keyptu teir ein AWI 27, men tað var skjótt at hesin gjørdist ov lítil, og tí keyptu teir árið eftir ein Starlet 29. Tað gekst heilt væl við fiskarínum, og besta túrin hevði hann 10.600 pund á 16 stampum. Árið eftir aftur, í 1989, lótu teir smíða ein AWI 33 hjá AWI-Boats í Runavík, og hann fekk navnið “Glúpur”. Seinri varð hann longdur við 5 fótum, og hetta er tiljan hann framvegis søkir miðini við. Besti túrurin við “Glúpi” higartil høvdu teir 16.200 pund á 14 stampum.

Jonhard er tikin úr leikum sum veiðimaður, hann livir og doyr fyri útróðrinum. Stórtrívist í nánd av vatnskorpuni. Tá hann setur og dregur og við kleppinum goggar ein stertin fyri og annan eftir inn um stokkin ella lúnningina. Hetta er hansara lív. Møguleikin á miðunum er stúttur og støðugur í huga hansara, og mangur túrurin er gjørdur, bara ein lítil skái hevur verið. Hartil hevur hann eisini stóran áhuga í lívfrøðini og natúrligu umstøðunum, hann kannar hvønn einasta fisk, sum kemur upp í rulluna, hyggur eftir hvussu hann hevur tikið, og hvørja føði hann hevur tikið til sín á grunninum.

Jonhard er ein av teimum sum hevur funnið útav, at tað sum aldrin uppundan fjarar, er betra helvtin av Føroyalandi. Hann er havsins vísindamaður, sum skaldið heldur fram: “Og land at nema, ið havið fjaldi, var lív og vísindi miðamansins.” Og hvør sær ikki Regnamannin aftur í hesum ørindinum í yrkingini “Miðamaðurin” hjá Sigurði Joensen:

Og maður sat hann á miðhavsleiðum, tá sást hann hyggjandi eygnahagur, og herkti við, fekk hann fisk á borðið, tá brá sær eyga mót oyum fjarum.

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum við ynskinum um nógvar og góðar túrar á føroyskum havmiðum í tíðini sum kemur.

tj-.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið