Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Jesus Kristus er trúarinnar gripur







Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu! (Jóhs. Op. 2, 10)

Johannes Danielsen

Í dag mælir Hann okkum til, at vera trúgv ímóti Honum. Trúgv líka til deyða. Vit hava ikki nátt málinum enn, sjálvt um vit hava fingið lut í frelsuni, og hava fingið trygd fyri syndanna fyrigeving. Um so er, at vit hugsa á tann hátt, so taka vit feil, tí tað er bert byrjanin! Nei, eftir hetta mugu vit renna – tann langa teinin, har mest umráðandi er at halda út. Tað røkkur ikki til, at vera eldhuga eina tíð, og síðan blíva dølsk og upptikin av minni týðandi lutum. Vit eiga til eina og hvørja tíð, at vera tilreiðar, at stríðast fyri Harran, sum vit skylda okkara lív og okkara trúgv.

Hvat vil tað veruliga siga, at vera trúgv? Á hvønn hátt skulu vit føra okkum fram, fyri áhaldandi at vera trúgv? Vit skulu áhaldandi verða hjá Jesusi! Tað er alt tað, tað snýr seg um! “Verði tit verandi í mær, so blívi eg eisini verandi í tykkum”, sigur Jesus. Tað hevur tann týdning, at vit dagliga mugu halda okkum tætt inn til hansara, og liva lív okkara í hansara nærveru!

Tað hevur eisini tann týdning, at vit mugu akta Hansara orð, og gera Hansara vilja, og lata okkum leiða av Honum, og verða og blíva á tí staði, har Hann hevur sett okkum. Og tæna Honum, við at útinna tær uppgávur Hann hevur givið okkum í hendi. Við øðrum orðum, tað er ikki nokk, at vit eru á veg, vit mugu eisini ganga á vegnum, vit mugu verða í gongd. At vera trúgv, vil tí siga, at vit ikki avnokta Jesus yvir fyri øðrum menniskjum, men játta, at vit hoyra honum til.

Men fyrst og síðst hevur tað tann týdning, at okkara innara samband við Jesus er í ordan. Tí vit eiga ikki at trúgva, at alt veldst um okkara stríð. Tá vit yvirgeva alt okkara lív til Jesus, so er Hann trúgvur líka til deyða okkara. Hann vil bera okkum og gera alt fyri, at vit náa fram til málið, til frelsu fyri sál okkara.

Hugskot frá møti í Virkinum á Sandi leygarkvøldið 29.12.2012

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið