Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Jesus, Ísrael og um brúður Hansara.









Leygardagin tann 10. august kl. 19.00 verður ein framløga í kaffistovuni hjá Blákrossi í Tórshavn. Framleggjari er Jákup S. Joensen úr Sandavági.

Evnið verður um Jesus, Ísrael og um brúður Hansara.

Nakrir spurningar vit kunnu seta okkum:

Hví er landið Ísrael “uppreist” (frá teimum deyðu), og hví eru jødarnir aftur í landinum? Hví er tað so nógv hatur í Miðeystri og kring heimin inná jødafólkið og tjóð teirra, sum bleiv endurfødd í 1948? Hvør er “tann”, sum vil deila landið og Jerusalem? Kjarnulandið Ísrael blívur deilt og er deilt, tá ið Guð / Jesus er aftur á Zion smb. Jóel 3. Hvør grimmur harri ynskir at seta “seg” á guðafjallið í Jerusalem? Hvat “føðist” út av hesum stríðnum í Miðeystri? Hvat kenna vit til kongin Messias? Fyri at nevna nakað av tí sum verður lagt fram.

Fari verður inn á profetisk skriftstøð, hvussu “vikan aftaná skaparverkið” sær út. Hin sanni og einasti Guð avbjóðar okkum at kanna, um Hann nú er Tann, sum er upphavið til alt skaparverkið, Hann sigur í Jes. 46:10 at Hann er tann, sum boðar frá upphavi endan, Hann kunngerð frammanundan tað, sum ikki var hent. Spurningurin til okkara er, um vit leita eftir tí, sum Guð hevur boðað frammanundan í orði Sínum.

Vit liva í profetiskum tíðum, og tað tykist sum, at samkoman (tær 10 moyggjarnar) snork svevur. Jesus kemur sum tjóður á nátt á tí sovandi samkomuna, Hann kemur sum tjóður á tí lunkaðu samkomuna, men Paulus sigur nakað áhugavert í 1.Tess. 5:1-5 Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara; tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt. Tá ið menn siga: »Friður og eingin fári!« tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan. “””Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur””. Samkoman í Tessalóniku hevði “nokk av olju á lampuni”, ja tey fingu tað skoðsmál frá Paulusi 2. Tess 2:13 “Tøkk fyri at Guð frá upphavi hevur kallað og útvalt kirkjuliðið í Tessalóniku” fyri teimum varð Sálm 119:105 bókstavligur, “Títt orð (Guðs orð) er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni” fyri at lampan skal lýsa, má olja vera á lampuni.

Vit lesa í 2.Tess 2:3, at eitt fráfall verður millum tey trúgvandi: “Latið ongan villa tykkum á nakran hátt; tí at fyrst má jú fráfallið koma, og syndarinnar maðurin verða opinberaður, (antikristus) glatanarsonurin.

Bara 50% av moyggjunum, tær í høvdu “eyka olju” komu við í brúdleypið. Stóri spurningurin er, hvørjum vit trúgvandi verða "stolin" av? Er tað av honum, sum kemur í "formi" av einum "tjóvi" ella honum, sum “er tjóvur” og lygnari frá upphavi heimsins...

Framløgan verður á stórskíggja í tveimum pørtum. Boðskapurin verður sjónliggjørdur við myndum og undirbygt við bíbliuversum úr Nýggja- og Gamla Testamentinum. Møguleiki verður at seta spurningar ella at gera viðmerkingar aftaná.

Vit vóna at síggja nógv fólk til framløguna leygarkvøldið...





© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið