Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Jens Peter var eitt gott og ábyrgdarfult menniskja,





Tað eru veruliga nøkur menniskju, sum fáa stóra ávirkan á títt lív og hesi havi eg rættiliga stóra virðing fyri. Jens Peter Arge er ikki millum okkum longur og boyggi eg høvur í djúpari virðing og sakni. Jens Peter var eitt gott og ábyrgdarfult menniskja, sum ikki altíð vildi seta seg sjálvan í miðdepilin. Minnist serliga tíðina tá feløgini vórðu løgd í Tryggingarfelagið Føroyar, hvussu hann strembaði eftir at fáa góðan trivna og at fólk skuldu kenna seg væl. Vit báðir settu okkum í samstarvsnevndina, hann formaður og eg næstformaður, har vit høvdu eitt sera gott og mennandi samstarv. Eg hugsi um tykkum, ið mist og lýsi frið yvir minnið um Jens Peter Arge.

Fríðálvur A. Jensen





© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið