Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Játtan og bøn um fyrigeving.





Vinarlig gerð mær tann beina, at lána mær hjarta títt nakrar minuttir, eg veit ikki hvønn eg havi veri ein vánalig fyrimynd fyri, tí skrivi eg hettar soleiðis  her, fyri at treffa so mong sum gjørligt. Trúgv mær tá eg sigi, at hettar ikki er tað lættasta brævið eg havi skrivað.

Fyri mongum árum síðani; eg var uml. 20 ára gamal tá, bleiv eg føddur av nýggjum, frelstur av Guðs náði, gjøgnum Blóði, hjá Jesusi Kristi, sum bleiv úthelt á Golgata Krossi, eg bleiv frelstur frá míni synd og upplivdi Heilaga Andans nærveru uppá ein serligan máta, sum ikki kann forklárast, men má upplivast og eg var bara so glaður at tað var ikki orð fyri tí.

Eina tíð eftir hettar, fór eg so niður til Danmarkar at vera í ½ ár og har møtti eg eini damu, sum eg bleiv góður við, vit hildu so saman eina tíð, men vóru fráhaldandi, so hendi tað, sum ikki skuldi henda, og eg fall.

Eftir hettar broyttist alt, eg trúði at eg var fortaptur og á veg í glatan, hevði ikki skilt náðina og trúði at eg hevði synda soleiðis, at tað ikki longur var náði fyri meg.... nei sum tað var øgiligt, tað var ræðuligt, eg var fortaptur og tað var einki at gera, men bara ein bíðan eftir tí endalig dóminum.

Eg livdi so í mong ár, út og inn úr kirkjum / meinigheitum, lá í einum ævigum falli, og sum mítt hjarta bløddi, píndist illa og græt nógv, visti ikki hvat eg skuldi gera, trúgva og hvussu eg skuldi liva, gekk altíð við fordømingini, at eg var fortaptur, óansað hvat eg so gjørdi, seyði ella føldi, og tí førdi tað, sum oftast, aftur út í tað gamla lívið, sjálvt um tað tó ikki var tað, sum eg ynskti.

Árini gingu og fyri eini tíð síðani, so dugdi eg at síggja, ella rættari sagt, fekk hjálp til tað frá Heilaga Andanum, at eg kundi fáa náði, tíð eg syndaði ikki uppá náðina har í Danmark, eg visti ikki betur, eg trúði jú, sum sagt, at eg var fortaptur... og tí helt eg á í syndini, tí tað var líkamikið.... við mær.

Eg eri í dag, bundin til Jesus Kristus í míni samvitsku, hoyri til Hann, sum hevur keypt meg leysan...

Tað er so umráðandi tá mann er føddur av nýggjum, at liva eitt reint og heilagt lív, so sum Orði sigur okkum tað, og ikki gang og synda “við vilja” ella við øðrum orðum “uppá náðina”

Tá mann er frelstur, so er tað gamla lívið fari og vit hava einki at gera við synd longur, síð tað er vorið nýtt, ein nýggjur skapningur er føddur við Guðs livandi, halgandi, reinsandi og innaní verandi sáði.

Eg veit sum sagt ikki, hvønn eg havi stoytt, ella veri ein vánalig fyrimynd fyri, gjøgnum hesa tíðina, men eg vil hervið biðja teg, óansað hvør tú er, á mínum knøum innarliga um fyrigeving, fyri mín feil og vóni ikki, at tað kostar tær tað æviga lívið, tað sum eg havi gjør feil.

Tað er so umráðandi, at vit søkja Hann, sum er mentur at frelsa okkum, fyrst frá synd og einum lívi í synd, og síðani heilt inn í himmalin tann eina og undurfulla dag.

Opin bók

1. Opin bók eri eg, góði Jesus leið tú meg

Har á knøum fyri tær, Í míni sál verð mær nær

N: Jesus Kristus reinsa meg, so eg kann tilbiðja teg

har á knøum fyri tær, góði Jesus kom mær nær



2. Ja, eg elski teg, Jesus Kristus leið tú meg,

har á knøum fyri tær, Jesus Kristus verð mær nær.



3. Ja, Jesus Kristus verð mær nær, tá í eg komi har,

har at tilbiðja teg, Opin bók eri eg.





Takk fyri

Blíðar heilsanir

Ragnheðin Ryggstein

240 Skopun

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið