Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Ísland vann eisini seinna dystin





A-landsliðið við kvinnum tapti eisini seinna dystin á venjingarleguni í Íslandi. Úrslitið gjørdist 6-1 til íslendsku vertinar í FÍFAN-høllini í Reykjavík

Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti eisini stórt í seinna dystinum á venjingarleguni í Íslandi. Men tað var ikki fyrr enn orkan byrjaði at ganga undan, at skrædlið kom, og úrslitið gjørdist 6-1 til Ísland.

Okkara komu væl frá byrjan, og longu í 3. minutti legði Jónvá Hentze Føroyar á odda. Men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin javnaði Ísland til 1-1, sum eisini var støðan í steðginum.

Beinanvegin eftir steðgin skoraði Ísland tvær ferðir, og sum fráleið byrjaði orkan eisini at ganga undan. Seinastu tíggju minuttirnar skrædnaði av álvara í føroysku verjuni, og tá avtornaði vunnu tær íslendsku sannførandi.

Næsti dystur hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum verður 4. apríl, tá undan undakappingin byrjar á Malta. Vinnarin av tí kappingini, sum verður ímillum Føroyar, Malta, Andorra og Georgia spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið