Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Í fólkaskúlanum eru bæði veikir og sterkir næmingar





Á ein ella annan hátt verður tað góðtikið at brúka meiri tíð til tann næmingin, ið klárar seg undir miðal, heldur enn tann, ið klárar seg yvir miðal. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í seinastuni hava teir næmingar, ið hava trupult við at læra, verið í brennideplinum. Hetta er sanniliga at frøast um. Vit halda øll, at tað er sera jaligt, tá lærarar fara at meirútbúgva seg. Tað er so sera gott at kunna spyrja ein lesivegleiðara, serlærara, talilærara, orðblindalærara og skjótt ein roknivegleiðara um ráð. Tað er sanniliga at gleðast um, at vit hava fingið nógvar lærarar við ymsum ískoytisútbúgvingum, tað hevði tó verið gott, um mann eisini virðismetti hetta við øðrum enn tímum.

Í øllum hesum prátinum um næmingar við avbjóðingum, sum tað so fínt eitur, mugu vit ikki gloyma, at vit hava nógvar næmingar, ið klára seg væl og enntá avbera væl í fólkaskúlanum. Hvat gera vit fyri, at hesir næmingar eisini fáa ta avbjóðing, ið er neyðug? Tað er av alstórum týdningi, at teir ikki verða gloymdir. Eg fari ikki at halda uppá, at teir eru tað, men tað hevði verið gott fyri javnvágina, at myndugleikarnir eisini settu sjóneykuna á hetta.

Eg haldi, at eg kann siga, at allir lærarar einaferð í sínum yrki hava hugsað: Eg kundi gjørt meiri fyri tann góða næmingin. Á ein ella annan hátt verður tað góðtikið at brúka meiri tíð til tann næmingin, ið klárar seg undir miðal, heldur enn tann, ið klárar seg yvir miðal. Hví er tað? Hava vit ikki skyldu til at undirvísa øllum næmingum soleiðis, at teir fáa røttu avbjóðingina? Jú, tað hava vit, men vit eru ikki meir enn menniskju, tá alt kemur til alt. Hvørjum vilja vit hjálpa, tá tíðin ikki strekkir til. Tí næminginum, sum nokk skal klára seg, ella tí, sum illa fær fótað sær? Tað er ikki ringt at koma til eina niðurstøðu.

Tí er tað mín vón og mitt ynski, at fólkaskúlin fær so stóra tímajáttan, at hann kann geva øllum næmingum røttu avbjóðingina. Henda játtan skal ikki grundast á, at leiðslur kunnu mingulera við ársverkinum soleiðis, at hvør lærari skal undirvísa meir, tí at annað arbeiði verður minkað á pappírinum. Fáa teir næmingar, ið hava hjálp fyri neyðini, ta hjálp, ið teimum tørvar, so er ein tungur steinur lyftur av herðunum hjá læraranum. Hann kann við góðari samvitsku hugsa eins nógv um allar næmingar, bæði teir, ið klára seg væl, og teir, ið hava okkurt at stríðast við.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið