Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Í dag er Altjóða arbeiðaradagur







Í dag er Altjóða Arbeiðaradagur. Stríðið um tað góða lívið heldur fram, og týdningurin av altjóða arbeiðaradegnum er enn ómetaliga stórur, hóast vit hava fleiri rættindi enn í 1800 talinum, tá ið dagurin var hildin á fyrsta sinni. Dagurin verður hildin  á Vaglið í Havn við røðum og tónleiki í dag.

Kring allan heim savnast fólk 1. mai á altjóða arbeiðaradegnum, at halda dagin. Dagurin, sum hevur verið hildin síðani seinast í 1800 talinum, er hildin fyri m.a. at vísa týdning av at hava eitt samhaldsfest samfelag.

Upprunaliga savnaðust arbeiðsfólk fyri at krevja, at arbeiðsdagurin var styttur niður í 8 tímar. Í 1800 talinum var lítil vernd á arbeiðsmarknaðinum, og korini hjá arbeiðandi fólkinum vóru sera ússalig.

Bardagin heldur á

Tað eru góð 100 ár síðani, at fakfeløg vóru stovnað í Føroyum, og var bardagin her heima eins og aðrastaðni í heiminum. Í dag er betri arbeiðsvernd, og hópurin av øðrum rættindum staðsettir í sáttmálum og lógum.

Kortini er dagurin og týdningurin av fakfeløgum framvegis ógvuliga týðandi. Hóast klassiski bardagin er broyttur, er framvegis nógv at stríðast fyri.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið