Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Høvuðsstaðurin fyrireikar seg til oljuvinnuna







Eins og norðmenn hava ein oljuhøvuðsstað í Stavanger og skotar ein í Aberdeen, so skulu føroyingar eisini hava sín oljuhøvuðstað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Og nú oljan nærkast markinum er tað bara ein spurningur um tíð, til Føroyar eisni kunnu kalla seg fyri eina oljutjóð. Tí er Havnin farin at taka týðandi stig til at fyreika seg til at taka ímóti komandi oljuvinnuni sigur borgarstjórin við tann føroyska oljuportalin.

Gott samstarv stóran týdning

“Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Aberdeen í mong ár, men tíverri er tað gliðið eitt sindur afturum hesi seinastu árini. Eg kundi væl hugsað mær, at vit fingu gongd á aftur hetta samstarv, ikki minst nú oljuvinnan nærkast markinum nærum hvønn dag. Vit hava sum er gott samstarv við norska oljuhøvuðsstaðin Stavanger, og tað er okkara ynski at byggja brýr til hesar báðar oljumiðdeplar í okkara parti av heiminum.”

Hetta sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum herfyri vitjaði á altjóða oljumessuni “Offshore Europe” í Aberdeen.

Heðin Mortensen, sum nýtir hetta høvið til at vitja umboð fyri myndugleikar og vinnuna í Aberdeen saman við sínum varaborgarstjóra, Jógvan Arge, kommustjóranum Ingibjørg Berg og ferðavinnustjóranum Theresu Kreutzman, vísir á, at Tórshavn er í teirri hepnu støðu at vera vinarbýur til fremstu oljubýirnar í Norðureuropa, Stavanger í Norra og Aberdeen í Skotlandi.

Hann ynskir at brúka hesi sambond til eisini at menna Havnina til at vera klár at taka ímóti eini komandi oljuvinnu.

Oljan nærkast

“Sjálvur eri eg sannførdur um, at olja og gass finnast í føroysku undirgrundini, og at hon nærkast í hvørjum, nú Statoil fer at bora tveir brunnar næsta ár. Vit mugu vera tilreiðar at taka ímóti hesi vinnu, tí tá tað hendir, so hendir tað sera skjótt. Olja er funnin so nær markinum, at tað er bara ein spurningur um tíð, at hon eisini verður funnin her hjá okkum.”

Borgartjórin heldur tað tí vera umráðandi hjá føroyingum og ikki minst høvuðsstaðnum at kunna læra av royndunum hjá oljuhøvuðsstøðum hjá okkara grannum og fer hann sjálvur at virka fyri, at sambandið og samvinnan við bæði Aberdeen og Stavanger verða útbygd. Hesir býir kunnu við síni vitan og royndum vera góðir partnarar í okkara framtíðar oljutilgongd.

Tórshavn eisini oljubýur

Heðin Mortensen heldur tað vera týdningarmikið, at Havnin fær ein avgerandi leiklut í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Her hugsar hann ikki um at kappast við eitt nú oljuhavnina í Runavík og gera íløgur í eina nýggju oljuútgerðarhavn men heldur eina tænastuvinnu, sum oljufólk og oljufyritøkur fara at hava brúk fyri. Høvuðsstaðurin skal vera tilreiðar at veita mangar av teimum tænastum, sum oljuvinnan hevur tørv á.

“Vit fara at fylgja væl við og brynja okkum út til oljuna. Eisini tá tað kemur til tænastur á havnaøkinum so sum umvælingar, manningarskifti, av og uppskipan osfr. Tá vit í dag og komandi árini fremja útbyggingar á havnaøkinum er greitt, at vit her eisini hugsa um virksemi á oljuøkinum.”

Borgartjórin sær eisini fegin, at menning av tænastuvirksemi í høvuðsstaðnum kann verða gjørt í góðum samstarvi við onnur. Hann heldur sjálvur, at framtíðar oljuútgerðarhavnin uttan iva er best egnað at liggja á Skálafjørðinum, men harfyri eigur einki at vera til hindurs fyri, at aðrar havnir í landinum so sum Tórshavn, Vágur og Tvøroyri eisini kunnu brúkast til at veita oljuvinnuni ymsar tænastur. Men umráðandi er tó ikki at blanda saman ferðamannaskip, oljuskip ol.

“Eg haldi, at vit í Havnini skulu gera íløgur í tænastur, sum vit eru góð til, og so kunnu tey á Skálafjørðinum m.a. byggja út tað tey eru best til.”

Rætt at vera við í Aberdeen

Heðin Mortensen heldur tað er gott at síggja so nógvar føroyskar fyritøkur á oljubásinum í Aberdeen. “Tað er týdningarmikið, at vit vísa okkum fram á slíkum stað, hóast vit enn ikki hava funnið oljuna. Vit mugu vera við á slíkari messu fyri at skapa sombond og fyri at læra. Tað er umráðandi at fáa eitt gott samstarv og finna fram til, hvat vit kunnu og eiga at gera, nú oljuvinnan er ávegis.”

Myndir
: Borgarstjórin í Stavanger, Christine Sagen Helgø, vitjar føroyska básin á oljumessuni í Aberdeen, har Heðin Mortensen, borgarstjóri tekur ímóti.

Tekst og mynd: Jan Müller/Oljan.fo

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið