Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Herðaklapp til Okkara legu









"Okkara lega" hevur fingið herðaklappið frá Javna í 2013.  Fyrstu ferð, at "Okkara lega" var, var í 1994, og er hetta sostatt tjúgunda árið á rað, at legan hevur verið, skrivar trubodin.fo

Javni heilsar "Okkara legu" við hesum orðum:

Javni ynskir við hesum hjartaliga at takka leiðsluni í Nesvík, teimum ið hesi 20 árini hava stílað fyri leguni, og tykkum mongu, sum hava givið av tykkara tíð og orku til at gera leguna møguliga.

Takk fyri, at tit við virðing, tolsemi og umsorgan hava gjørt leguna fyri fólk við breki til eina mennandi og spennandi uppliving bæði fyri fólk við breki, teirra avvarðandi og starvsfólki.

Ásannandi, at tað er ómøguligt at nevna einstaklingar burturúr teirri fjøld, sum ár um ár hava hjálp til, ynskir Javni við hesum at veita tykkum øllum eina hjartans tøkk og ynski um Guds signing framyvir við verki tykkara.

Sortugrøs og hjálpirót út av torvu hanga, fagrast eru blómurnar har ringast er at ganga





Sigrun Wardum handaði herðaklappið vegna Javna, og Kristian Fríðrik Olsen tók ímóti tí vegna "Okkara legu".

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið