Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Her er vandin størstur fyri salmonella





Nógv ferðafólk verða smittað við salmonella á feriuni.

Stívliga helmingurin av teimum donsku salmonellasmittaðu í 2013 fingu sjúkuna við heim úr feriu.

Sambært ársfrágreiðingini hjá DTU Matvørustovninum um tilburðir av sjúkuni, ið kann smitta frá djórum til menniskju, vóru 52 prosent av fráboðaðu 1136 tilburðunum av salmonellasjúkum í Danmark smittað í útlandinum, skrivar Ritzau.

Turkaland liggur á fyrstaplássinum yvir lond, har danir vanliga verða smittaðir við salmonella. 31 prosent av dønum, ið vórðu smittaðir í útlandinum, fingu sjúkuna í Turkalandi. Á næstu plássunum koma Teiland við 13 prosentum og Egyptaland við átta prosentum.

Hægst plaseraða evropeiska landið er Spania, har seks prosent av teimum salmonellasmittaðu høvdu verið í feriu.

Umráðandi er at fáa staðfest, at maturin, ið etin verður uttanlands, er nýgjørdur, og at hakkað kjøt er gjøgnumstokt, eru m.a. ráðini frá serfrøðingum.

   

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið