Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Heðin og Oddfríður vitja Listasavnið





  Sunnudagin kl. 15 fara Heðin M. Klein og Oddfríður Rasmussen at lesa og leggja fram bøkur á Listasavninum á Sandi.

Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt frá Heðini, men í læraraskúlatíðini sóust av og á yrkingar frá hansara hond í »Snarljósi«, blaði læraranæminga, og »Glugganum« sendi hann eisini tilfar, skrivar Árni Dahl og leggur afturat at 1969 kom fyrsta og higartil einasta savn hansara »Væmingar og vaggandi gjálv« við 15 upprunayrkingum og fýra týðingum eftir danan Nis Petersen, sum hann man kenna seg andaliga skyldan við. Savnið má sum fyrsta savn hjá ungum yrkjara sigast at vera búgvið verk, málsliga frálíka gott og við heilskapaðum kensluløddum yrkingum

Og Oddfríður gjørdist kendur tá hann fór til Havnar við sínum yrkingum og sigast má at væl liggur fyri hjá honum tí Oddfríður fekk saman við Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2009. Virðislønin varð latin fyri tíðarritið “Vencil”.

Men sunnudagin leggja teir báðir nýggja skaldskap fram í Listasavninum har øll eru hjartaliga vælkomin



© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið