Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Havt yvir 216.500 hits





Tíðindaskriv frá Arbeiði.fo Í eitt ár, hava fyritøkur og einstaklingar havt møguleikan at brúka heimasíðuna www.arbeidi.fo. Heimasíðan er ein mótpolur til starvsportalarnar, skilt soleiðis at fólk her bjóða seg fram, í staðin fyri at skula søkja eitt starv. Fyri starvsfolk er hendan tænastan heilt ókeypis. Fyri fyritøkurnar er munurin tann, at fyritøkan gerst "limur", við antin at fáa sær eitt 14 daga hald, ella eitt árshald. Fyritøkan má so gjalda eitt gjald, alt eftir haldinum. Eitt hald à 14 dagar, kostar 250,- kr. +mvg, og árshaldið kostar 1.250,- kr. +mvg. Og hetta fyrsta árið, hevur heimasíðan havt yvir 216.500 hits, og higartil í ár, eru vit komin uppá næstan 9.000 hits. Vit eru komin uppá 300 brúkarar og næstan 30 arbeiðsgevarar, umframt 3 lýsarar. Alt verur gjørt, skrásett beinleiðis á heimasíðuni og er sera ómakaleyst. Vit hava tosa við onkrar arbeiðsgevarar, og lata viðkomandi væl at heimasíðuni, at hon virkar væl og er hetta gleðiligt fyri okkum, men ikki minst fyri tann, ið manglar arbeiði og arbeiðsgevaran sum stendur og manglar fólk.

Samstundis vilja vit ynskja øllum sum lesa hetta, eitt av Harranum vælsignað nýggjár.

Vh,

Arbeiði.fo Hugo Skorastein -- tel. +298 281992

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið