Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Harrin troystar, hjálpir og lyftir upp





Á einum sunnukvøldsmøti í Meinigheitshúsinum herfyri var evnið missión. Eftir sjálva taluna sóu vit eina stutta myndarøð av Lauru Clarke, dóttir trúboðarahjúnini Maureen og Christopher Clarke. Hon doyði fyri stuttum bara 7 ára gomul, eftir at hava verið illa sjúk av krabba í næstan tvey ár.

Henda myndarøð greip meg um hjartað, og eg fór sorgarbundin og hugtung av møtinum og suffaði upp til Guds: ”Hví Harri? Tað virkar so meiningsleyst!”

Og eitt svar fekk eg løtu seinni. Tá ið eg kom heim, ringdi ein kona til mín. Hon er 90 ára gomul og púra klár við góðum minni. Sjálvt um hon ikki orkar sjálv at koma á møti, er hon ógvuliga áhugað at hoyra, hvussu tað gongst, og hvat ið prædikað hevur verið um.

Tá ið eg hevði sagt henni frá tí, svaraði hon mær aftur: ”Nú skal eg siga tær eitt. Í einum av bókunum hjá Peturi Jacob Sigvardsen stendur ein frásøgn um, hvat ið presturin Jóhan Nielsen úr Sandvík upplivdi. Sum ungur fekk hann tuberklar og lá á Sanatoriunum. Har lá eisini ein 5 ára gamal drongur, sum var ógvuliga ússaligur og treivst illa. Jóhan fekk so smádreingin inn á sína stovu, og har komu teir at liggja lið um lið í hvør sínari song. Jóhan var ógvuliga góður við henda drong. Hann fortaldi honum søgur og sang barnasangir og sálmar fyri honum, og vend kom í, nú fór hann at trívast.

So eitt kvøldið hevði hann sum vant sungið fyri honum, lisið Faðirvár og signað hann. Drongurin sovnar, men um náttina kom hann upp og vakti Jóhan og segði: ”Jóhan, nú fari eg at doyggja.”

”Tvætl í teg,” svarar Jóhan aftur, ”tú batnar í hvørjum, og nú verður tú frískur.”

”Nei,” svarar drongurin, ”Jesuspápi var her, og hann segði við meg, at í nátt fari eg at doyggja. Eg skal kom upp til Himmals, tí har hevur hann brúk fyri einum lítlum eingli. Hann segði eisini við meg, at eg skuldi ikki vera bangin, tí hann skuldi senda tveir einglar at koma eftir mær í nátt.”

Jóhan helt, at drongurin mundi hava droymt. Hann fór tí upp aftur at balla hann og sita hjá honum, til hann var sovnaður. Og so legði Jóhan seg aftur at sova. Men morgunin eftir var drongurin deyður.

Hatta var so frásøgnin hjá Peturi Jacob Sigvardsen. Men eg skal siga tær, hví Jesus tekur hesi børnini heim. Hann hevur brúk fyri teimum, sum smádrongurin segði, at biðja. Tað stendur í Opinberingini 7. kap. vers 15 um tey, sum eru deyð í trúnni: ”Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guds og tæna honum dag og nátt í templi hansara.”

Har standa tey og biðja onnur menniskju til frelsu, tí tey eru so sterk í bønini,” endaði tann gamla konan, og eg, sum kom so hugtung aftur av møti, kendi meg upplyfta og uggaða av hesum orðum.

Effie Campbell.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið