Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




HANS KRISTIAN NEERSKOV – slóðbrótari handan jarntjaldið





MYND: Sangblaðið, tá Neerskov fór til gravar

SKRIVAÐ: Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus/gjaranes@gmail.com



Kendi danski rithøvundurin, presturin og prædikumaðurin, Hans Kristian Neerskov, andaðist fríggjadagin 31. mars 84 ára gamal á Herlev Sjúkrahúsi.

Neerskov var borin í heim 12. mai 1932, hann kundi so statt feirað sín 85 ára føðingardag næsta mánaða, um honum var lív lagað.

Neerskov var ein væl kendur talari og fyrilestrarhaldari í Danmark. Hann vitjaði fleiri ferðir í Føroyum, har hann oysti av síni bíbliu- og teologisku vitan, bæði við prædikum og fyrilestrum. Fyrsta ferðin hjá Neerskov í Føroyum var í juli 1980, har hann talaði fyri fullsettari læraraskúlahøll.  Tað eru tí fleiri í Føroyum, sum kenna Neerskov og sum minnast hann sum ein óræddan og djarvan Harrans tænara, og sum eisini hava lisið fleiri av hansara bókum.

Hann kom til persónliga trúgv á Kristus sum ungur, og tað vísti seg tíðliga, at Hans Kristian Neerskov gjørdist ein kraftmikil bíbliulærari, sum savnaði  nógv fólk. Hann hevur verið virksamur bæði innan Kristi Fælleskab, Hvítusunnurørsluna og fólkakirkjuna, har hann hevur virkað tey seinastu nógvu árini.



DRAMATISKUR LÍVSKAPITUL

Í 1964 kom hann í samband við tey kristnu í Eystur-Europa, og tá byrjaði hansara dramatiski lívskapitul, tá hann við egnum eygum sá, hvussu vánaligar og órímiligar umstøðurnar vóru hjá teimum kristnu í Eystur-Europu.

Hetta sama árið stovnaði hann missiónsfelagsskapin EUROPAMISSIONEN, hvørs høvuðsendamál er at upplýsa um og virka til besta fyri tey líðandi kristnu í Eystur-Europa. Hann ferðaðist dúgliga inn og út úr Eystur-Europa við milliónávís av bíblium, og upplivdi at verða handtikin ikki færri enn 11 ferðir.

Hann varð kendur um allan heim fyri sítt undanslóðandi arbeiði, og ikki minst í tí kommunistiska Sovjet, har hann varð skýrdur í tí stóra komunistiska blaðnum Izvestia, at vera “ideologiski figgindi nr. 1.”

Hann skrivaði ikki færri enn 40 bøkur, har bókin “Hvor øst og vest mødes,” var ein rættuligur fulltreffari, við tað at bókin varð týdd til 16 mál, og kom  út í 26 londum í 10 milliónum eintøkum. Bókin varð nógv seld og lisin í Føroyum.  



JARÐARFERÐ

Jarðarferðin var fríggjadagin 7. apríl úr Karlslunde Strandkirke kl.13:00 har presturin Gerhard Jónsson Mikkelsen prædikaði. Fólk, sum vóru til staðar, siga, at tað var óvanliga nógv av kransum og blómum. Undir ervinum vóru nógvar talur bornar fram til heiður fyri Hans Kristian Neerskov.

KELDA: (Grein hjá Henry Nissen 07.04.2017 á heimasíðuni www.udfordringen.dk )















© Poul Johan Djurhuus - Sandoyarportalurin
Mest lisið