Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Hálsa um – fara nú kortini til Noregs





Svensku kongshjúnini vera kortini við til 200-ára grundlógarhaldið á Eidsvoll í Noregi 17. mai.

Svenska kongshúsið sigur í tíðindaskrivi, at svensku kongshjúnini nú hava hálsað um, eftir at tey hava fingið nýggjar upplýsingar í málinum. Sostatt vera tey kortini hjástødd undir 200-ára grundlógarhaldinum 17. mai.

Svensku kongshjúnini vera ikki við í sjálvum tjóðarhaldinum, men skulu vera við á egnum hátíðarhaldi á Eidsvoll um kvøldið 17. mai, skrivar NRK.no.

Tað vakti stóran ans, tá tað kom fram, at svensku kongshjúnini ikki høvdu tikið av innbjóðingini um at vera hjástødd undir grundlógarhaldinum.

Vitjar ikki lond á tjóðardøgum

Kongshúsið segði tá, at grundgevingin var, at svenski kongurin ikki vitjar onnur lond á tjóðardegi teirra.

Fleiri søgufrøðingar, sum NRK tosaði við, hildu, at svenska kongshúsið átti at kent sína vitjunartíð og hálsað um.

Í formansskapinum í norska Stórtinginum, sum hevur boðið svensku kongshjúnunum til grundlógarhaldið, eru tey fegin um nýggju avgerðina hjá teimum og heilsa teimum vælkomnum.

Margretha drotning og Heindrikur prinsur hava frammanundan játtað at vera við.

- At eisini svensku kongshjúnini koma 17. mai, fer at seta ein serligan dám á grundlógarhaldið. Tað hevur súmbolskan týdning, at tey trý kongshúsini savnast júst henda dagin, sigur formaðurin í Stórtinginum, Olemic Thommessen, við NRK.



© Leivur Hansen - Sandoyarportalurin
Mest lisið