Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Guð er rættvísur!







- Og Jesus helt á fram við at siga: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum."

Ragnar Ludvig

Fyri stuttum vitjaði eg í heiminum hjá einum av mínum kæru og har møtti eg einum persóni, ið møguliga var blivin deyðiliga sjúkur. Læknin hevði fyrireika viðkomandi uppá tað ringasta. Eg minnist væl hvussu ringu boðini nívdu mítt hjarta. Klokkan var blivin nakað nógv og svøvnur var komin yvir børnini hjá mær. Meðan tað minsta gramdi seg um svøvn, byrjaðu onnur vitjandi so smátt, at reiðrast og siga farvæl.

Eg og kona mín plaga at leggja børnini tíðliga. Men, hetta kvøldið var konan til arbeiðis og eg loyvdi teimum, at spæla við hini børnini eina løtu afturat. Men Guð er góður, tí áðrenn eg fór avstað fekk eg eina lagaliga løtu saman við viðkomandi, ið hevði fingið boð um vandamikil sjúkraeyðkenni. Hondin var løgd á viðkomandi, meðan biði var til Guð í navni Jesusar. Eg bað Jesus um hjálp og síðan ynsktu vit Guðs signing framyvir.

Tá eg kom heim til hús legði eg børnini at sova. Tey vóru sera troytt og sovnaðu næstan beinanvegin. Meðan eg sat einsamallur í stovuni talaði Harrin til mín anda, at eg skuldi boyggja míni knø niðurvið sofaborðinum og biðja til Hansara. Eg visti beinanvegin, at Guðs elskuligi Andi vildi mær okkurt serligt. So, eg legði saman hendur og tosaði eina løtu í bøn við pápa mín í himlinum. Síðan bað eg Guð geva mær eini boð, eini troystarrík orð frá Honum, ið eg ætlaði at geva víðari til hin sjúka.

Tá eg var liðugur at biðja tók eg eitt mannakorn, sum eg frammanundan hevði avtala við pápa mín. Hann visti longu hvat eg ætlaði og hvat mær fattaðist. Til lesarans kunning, skal eg boða frá, at eitt mannakorn er eitt lítið pappír á umleið 1 cm x 2 cm við einum skriftstað á úr Bíbliuni. Í míni krukku eru umleið 600 mannakorn. Skriftstaðið sum Guð gav mær er í nýggja testamenti úr evangeliinum eftir Jóhannes, kapittul 16 ørindini 23 og 24:

“Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum. Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin”!

Góði lesari, lærusveinarnir spurdu Jesus um mangt og hvat, um alt ímillum himmal og jørð. Og fleiri av hesum spurningum avdúka teirra manglandi fatan á andaliga økinum tá. Og í hesum kapitli, bert nakrir fáir tímar, áðrenn Jesus tók heimsins synd á seg, fataðu nakrir av lærusveinum Hansara enn ikki hvat Jesus tosaði um.

Hvat meinti Jesus við tá Hann segði: “Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um”. Jú, Hann peikaði inn í teirra nærmastu framtíð nevniliga Hvítusunnudag, tá Hansara kæru lærusveinar vórðu øll fylt av Heilaga Andanum. Eftir hendan dag vóru tey fylt av Guði og spurdu ongantíð spurningar av hesum slag aftur. Guðs Andi var Harri í teirra lívið her á jørð og tey fylgdu Jesusi eftir alt lívið.

Og Jesus helt á fram við at siga: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum.” Tað er undurfult, at Guðs fólk fekk loyvi til, at senda sínar bønir beinleiðis til Guð. Broytingin kom í rættlag tá Jesus fór sigrandi heim aftur til Guð. Tá fekk allur heimurin møguleikan, at fáa samband við Guð aftur. Hetta sambandið slitnaði eftir syndafallið, tá Ádam og Eva syndaðu fyri fyrstu fer. Men nú er sambandið blivið fullkomið aftur, fyri tey frelstu ígjøgnum Kristus, ið ger tað møguligt at tosa við Guð í bøn.

Tað er sjálvsagt at okkara bønir mugu verða samsvarandi við Jesu náttúru og Hansara vilja o.s.fr. At fáa loyvi til at biðja bønir, ið spegla sermerki Jesusar, er ein náðiríkur møguleiki, sum hin frelsti takkar og prísar Jesusi fyri. Bøn er eitt andaligt samskifti, sum hevur hjálpt mongum trúgvandi ígjøgnum lívi og úr lívinum inn í ævinleikan.

Og Jesus legði afturat: “Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin”! Guðs orð sigur altíð allan sannleikan fyri okkum. Og higartil høvdu jødarnir einki biðið um í navni Jesusar. Tíðliga í Matteus evangeliinum lærdi Jesus sínir lærusveinar Faðir Vár t.e. at nærkast Guði, við at ákalla Hann sum himmalska Faðir okkara. Hesin framferðarháttur var mest sannlíkt kollveltandi fyri teirra lív. Men líka til tá høvdu teir ikki ákalla Guð Í JESU NAVNI. Hetta var eitt spildurnýtt hugtak fyri at gleði teirra kundi verða fullkomin. Og hvørja fer ein Jesu eftirfylgjari biður til Guð í navni Jesusar verður viðkomandi ámintur, um okkara høgt elskaða Frelsara og okkara dýrt keyptu frelsu. At Jesus bæði er hjástaddur og staddur hjá Guði og at vit eiga ein rættan vin í Honum har heima. Takk og lov!

Tá eg var liðugur at grunda yvir samanhangin í omanfyri nevndu ørindum, ringdi eg til hin sjúka og greiddi frá hendingini. Síðan troystaði eg viðkomandi við lyfti um, at leggja viðkomandi dagliga í bøn fram fyri Harran í hesi sváru tíð. Og soleiðis eigur tað at verða.

Góði, einki er tilvildarligt í Guðs ætlanum við okkara lívi og Hansara vegir eru ikki okkara vegir. Tí, beinanvegin eg hevði lagt hornið á, var Guðs Andi aftur á vitjan. Eg plagi at skriva eina blaðgrein av og á og leggja tær á føroyskar portalar. Og soleiðis vildi Guðs Andi eisini hava hendan vitnisburðin almennan. Eg trúgvi veruliga at hesin vitnisburður verður til uppbyggingar fyri onkran og viðvirkandi til frelsu fyri ein annan.

Elskaði lesari, Bíblian lærir jú, at Guð er sára náðiríkur og miskunnsamur ímóti teimum, sum vilja hoyra og akta Sonin, Jesus Kristus. Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við. Góði, vend títt eyga á Jesus! Hann doyði eina ferð fyri alla heimsins synd og eftir at vera risin upp frá hinum deyðu, doyr Jesus ikki meir, tí deyðin ræður ikki longur yvir Honum. Soleiðis gert tað møguligt at liva ævigt hjá teimum í elska Hann. Í sama eygnabragdi hin frelsti leggur eyguni saman fyri síðstu fer her á fold, verður viðkomandi beinanvegin fluttur heim til Harran. Viðkomandi verður fluttur úr einum brotnum og syndigum heimi inn í ein datoleysan himmal. Og Guðs orð troystar okkum við hesum, at himmalin er okkara upprunaliga heim og har skal hin frelsti veruliga trívast og føla seg heima saman við Jesusi, einglunum og sínum náðisystkjum. Trýrt tú hesum?

Við ynski um Guðs signingar í framtíðini!

Blíðastu heilsanir Ragnar Ludvig

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið