Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Grót bjóðar vetrinum vælkomnum við spennandi tiltøkum







Eftir ein drúgvan summarsteðg og eftir eitt summar á tremur við tónleiki kring alt Føroyar, hava fólk nú fingið hvílt oyruni, og Tónleikasamtakið Grót er tilreiðar at bjóða kalda vetrinum vælkomnum inní fjálgu hølini í Töting í Syðrugøtu. Tiltøkini í Töting borga fyri høgari tónlistarligari góðsku, talentum í menning og heitum hugnaligum stemningi.

Nú leygarkvøldið, bjóðar Grót vælkomin til áhugaverda útgávukonsert, framførslu við ungum spennandi talentum og upplestri + útgávu av yrkingum.

The Absent Silver King:

Eru júst útkomnir við teirra fyrstu útgávu, ið er so sera sjálvsom, tí útgávan inniber LP plátu, fløgu, stuttsøgu- og yrkingasavni. Tað er Trygvi Danielsen ið hevur skrivað stuttsøgur, hevur yrkt og skrivað tekstir til tónleikin, umframt at vera sangari í bólkinum. The Absent Silver King er eitt tað mest spennandi tónleikanavni í Føroyum í dag, ið fleiri helst vænta nógv av í framtíðini.

Manningin í The Absent Silver King er hendan:

Trygvi Danielsen

Per I. Højgaard Petersen

Bogi á Lakjuni

Jón McGavin

Karl Andrias Stóra

https://www.facebook.com/pages/The-Absent-Silver-King/253660424770176?fref=ts

Døgg Nónsgjógv:

Døgg Nónsgjógv gav nýliga, umvegis Tutl, tveir sangir út á iTunes. Døgg Nónsgjógv er 17 ára gomul og er ættað Innan Glyvur á Skálafjørðinum.

Døgg upptraðkaði í Norðurlandahúsinum í vár, til eitt tiltak hjá Beranum, ið er sjálvhjálparbólkur hjá teimum, ið hava mist, her fekk almenningurin veruliga eyguni upp fyri hesi ungu sangarinnuni.

Annar av sangunum, sum nú eru útgivnir, er ein friðarligur sangur, sum Døgg skrivaði um tað at missa pápa sín, ið hon gjørdi fyri 9 árum síðani. Hin sangurin er ein skjótur og glaður kærleikssangur, ið ÚF spældi sum Plettskotið alla seinastu viku.

Danny & The Veetos:

Danny & The Veetos er ein nýggjur bólkur úr Klaksvík, ið byrjaðu at spæla í byrjanini á hesum árinum.

Bólkurin spælur egin løg, teirra sjangra kann kanska bólkast sum folk/pop. Tónleikurin er lívligur og fullur av orku.

Teir íð manna bólkin eru:

Danny Baldursson

Páll Brim Joensen

Robert Waagstein

Jóhan Nolsøe

og Símun Dam

https://www.facebook.com/pages/Danny-The-Veetos/315423988584727

Jógvan Joensen:

Ungi tónasmiðurin úr Fuglafirði, hevur í fleiri ár skrivað løg, og hevur áður verið á palli í Tøting. Higartil kendasta lagi hjá Jógvani, er lagið Hope and Laughter, ið koyrir heitt á YouTube, har tað hevur verið spælt næstan 80.000 ferðir.

Sum nakað nýtt hevur Jógvan nú bólk afturat sær, ið er mannaður við Pætur Zachriasson, Fríða Paulason Hentze, Gudmar Hansen og Hera Schwartz Jacobsen.

http://www.youtube.com/watch?v=QiV_D943sbI

Konsertin byrjar sum sagt kl. 20.30 og kostnaðurin er 100 kr.









© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið