Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Grønlendingar hugtiknir av Lenu Andersen









Lena Andersen hugtók sum ikki einaferð áhoyrararnar, tá hon var við á útnorður-konsert í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk herfyri saman við íslendskum og grønlendskum tónleikarum.

-Tað setti serligan dám á ta nærum tveir tímar longu konsertini við útnorður-tónleiki, tá føroyska songkvinnan Lena kom inn á pallin, tók gittara sín og byrjaði at syngja, skrivar Juakka Lyberth í ummæli sínum av konsertini í grønlendska blaðnum Sermitsiaq.

-Lena sló ikki bert rútmu á gittara sín, men brúkti hvønn einasta strong fyri seg og skapti tónar, sum hon meistarliga brúkti sum fylgispæl til rødd sína. Jú, syngja og spæla kann hon.

-Upp aftur betri gjørdist tað, tá hennara privati og musikalski fylgisveinur, Niklas Johannesen, fór at spæla saman við henni.

-Einføldu tónarnir skaptu sang og tónleik, so tað virkaði sum ein heil symfoni. Talan var um eina framúrskarandi uppliving. Ei undur í, at amerikanarar hava fingið eygu á hana. Hon var ein sonn fragd fyri lurtaran, skrivar Juakka Lyberth m.a. í ummæli sínum.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið