Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Ganga undan ella renna undan…







Veljarakanningar kunnu vísa eina støðumynd, eina gongd og ein boðskap - og skulu sjálvsagt altíð takast við fyrivarni og eyðmýkt.

Høgni Hoydal:

Men tað gevur vón og virkishug, tá gongdin og boðskapurin tykist greiður í nýggjastu veljarakanningini.

Ein vaksandi fjøld av fólkinum í Føroyum vil eina heilt aðra leið fyri okkara tjóð, okkara samfelag og felagsskap. Og tað er tykkum fyri at takka, at ein verulig broyting brimar í samfelagnum móti nýggjari leið.

Eini leið, har vit vraka teir partapolitisku rossahandarnar og tað niðurbræðandi valdsspælið millum úrvaldar bólkar og politikarar, sum bert spjaðir og syndrar fólkið í landinum, og setur øll upp móti hvørjum øðrum. Og sum tekur skorðarnar undan tí, sum ættarlið hava stríðst fyri at byggja.

Eini leið, har vit savnast um tey grundleggjandi virðini og rættindini hjá tjóðini allari. At vit fylkjast um ta ábyrgd og tað álitið á okkara fólkaræði, ið kunnu skapa somu rættindi og møguleikar hjá ØLLUM fólkinum í landinum. Uttan mun til, at vit altíð fara at vera – og skulu vera – ósamd um ymisk politisk mál og ymiskar hugsjónir.

Eini leið, har vit kunnu vera errin og eyðmjúk í senn um at búgva, liva og virka í okkara egna landi, har vit øll eiga at hava framúr møguleikar at liva við sømd - uttan mun til, hvussu vit eru borin inn í hendan heim, hvar vit búgva og hvørja lívsleið vit hava valt. Har vit eru ymisk og fjølbroytt, men standa saman um, at ábyrgd, álit, lóg og landaskil, rættindi og skyldur skulu galda fyri øll.

Eini leið, har vit ikki renna undan ella sleppa okkum undan at taka støðu til og ábyrgd av tí, sum vit fremja og sum hendir í samfelagnum og kring okkum. Men har vit ganga undan at byggja einar rættvísar og skapandi Føroyar, ið ikki bert er fyri tey fáu, men fyri alt fólkið í Føroyum.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið