Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Fróðskapur: Nýtt ljós á ævintýrini





  Fróðskapur hevur givið út bókina Ævintýr eftir Eyðun Andreassen professara. Í bókini leggur Eyðun Andreassen fram nýggj sjónarmið um tey gomlu ævintýrini. 

Eingin riddari á hvítum hesti bjargar nakrari prinsessu í ævintýrunum.

Eingin fátækur drongur verður kongur av egnum ávum í hesum søgum.

Genturnar í ævintýrunum vinna einsamallar á sínum meinbogum.

Genturnar eru klókar og vitandi, vita, hvat tær vilja, og hvat tær skulu gera. Tær hava vilja, treysti, tol og seiggj at fremja sínar ætlanir og hava megi, áræði og dirvi at taka um endan, tá ið á stendur.

Dreingirnir í sínum lagi megna einki: Ein legst at gráta, tí hann skal reinska eitt nátthús! Ein leggur seg at sova heima hjá mammu, heldur enn at vera saman við gentuni, ið er góð við hann. Ein vil ikki gera sær fyri skommum, tá hann skal út at berjast, og fjalir seg, og sanniliga um ikki ein fer við eini aðrari, tá hann og gentan endiliga skulu byrja samlívið. Og riddarin á tí hvíta hestinum? Hann verður so firtin av, at gentan einki sigur, at hann vil brenna hana á báli!

Eyðun Andreassen fer aftur um hin fantastiska ævintýrheimin við trøllum, risum, dýrum, ið tosa, umskaptum verum og øllum øðrum gátuførum, ið har er, og finnur meiningar og merkingar frá tíðini tá ævintýrini vóru livandi munnligur skaldskapur á duldum máli, sprottin úr royniligum veruleika hjá frásøgufólkunum.

Eyðun Andreassen er mentanarfrøðingur og professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur skrivað bøkur og greinar í bløðum og vísindaligum tíðarritum, er royndur fyrilestrarhaldari og hevur javnan verið at hoyra í Útvarpinum við frásagnum um mentanarlig og almen evni.

Astri Luihn hevur gjørt permuna á bókini.

Bókin er 188 s. og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 250 kr.

Í sambandi við útgávuna verður bókin løgd fram á almennari samkomu í Listasavni Føroya týsdagin 9. desember klokkan 16. Bókin fæst tá til serprís og høvi verður at fáa hana signeraða

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið