Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Finnleif Durhuus 70 ár







- Eg havi altíð merkt tín kærleika og umsorgan fyri samkomu Guds, serliga samkomuni í Ebenezer, skrivar m.a. dótturin

Góði babba!

Ikki trýtir við rósandi orðum, ið eg kundi fest á blað um teg, góði babba. Títt lætta og jaliga lyndi er eyðkent. Eisini ert tú prógv um, at aldur einans er eitt tal.

Altíð hevur tú sýnt áhuga fyri tí, eg havi tikist við. Tá uppgávur skuldu skrivast í studentaskúlanum, var tú altíð fúsur at hjálpa. Serliga dámdi tær væl at kava djúpt í søgufakini. Tey gomlu orðatøkini og orðingarnar, sum tú hevur lagt teg eftir at minnast, komu væl við sum ífylla í stílarnar. Setningin ”Eins og løkur leitar sær lættastu leiðina, fer heldur ikki fótur fram eftir fummum, men fylgir høgligastu farleið, hetta tvíføtt sum ferføtt” minnist eg væl tá evnið var fyrsti koyrivegur í Føroyum. Nú fyrireikingarnar til mína endaligu uppgávu á arkitektaskúlanum eru byrjaðar, sær eisini lovandi út. Á landsbókasavninum varð tú spurdur, um tú vart søgugranskari.

Í øllum tú gert ert tú nærlagdur. Dent hevur tú lagt á at læra meg at lýsa øll mál væl, fyri at hava eitt gott grundarlag at taka eina avgerð á.

Tá tú hevði 40 ára starvsdag á Landsverki varð nevnt, at tú kennir hvørja steinpirru í Føroyum. Og rætt er tað! Tú kennir landið væl og hevur eisini altíð lagt teg eftir at læra okkum føroyska landalæru. Nógvir hava túrarnir verið, har matpakkin er etin undir fríum lofti. Tað eru nokk eisini fá, ið koyra so nógvar túrar runt í Føroyum sum vit.

Eftir sunnudagsskúlan var biltúrurin út á molan fastur táttur. Sigast kann, at mangt vit gera, gera vit sum vit plaga. Ikki dámar tær at vera tikin á bóli. Men tá siðvenjurnar gerast so hugnaligar sum hjá okkum, so er als ikki neyðugt við broytingum.

Hugsast kann ikki annað enn, at tú ert optimist, síðani tú, ið elskar hita og sól, hevur búsett teg í Føroyum. Er ein løta í døgverðasteðginum og sólin sær, ert tú skjótur út á terassuna. Nú eg og Eirikur hava búð niðri í nøkur ár, hava vit eisini merkt hvørja árstíð tær dámar best at koma á vitjan.

So at siga hvørt ár hava vit verið ein summartúr í Sandoynni, har tú er uppvaksin. Tá eru vit bæði altíð farin biltúrin til Annfinn at keypa tey serliga góðu rundstykkini. Hetta eru alt góð og stuttlig minnir.

Eg havi altíð merkt tín kærleika og umsorgan fyri samkomu Guds, serliga samkomuni í Ebenezer, har tú hevur havt tína dagligu gongd. Sangur og tónleikur hevur altíð fylt nógv hjá tær. Í nógv ár spældi tú á urguna í Ebenezer, tú ert við í Ebenezerkórinum og manskórinum í Suðursteymoy, og so ikki at gloyma Sangbrøður, ið tit ungdómsvinir mannaðu. Hetta hevur ríka okkara heim, og løturnar tú situr við klaverið ella orglið njóta vit. Hvørt kvøld setti tú teg á songarstokkin hjá mær at biðja eina bøn til Harra og frelsara okkara ein tøkk fyri dagin og bøn um varðveitslu.

Við hesum fáu tonkum vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við stóra degnum, góði babba, og takka fyri tína kærleiksfullu umsorgan og vegleiðing. Heilsanin er frá okkum øllum.

Ingunn

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið