Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Fangin funnin aftur í øllum góðum





Umleið kl. 08:20 boðaði ein løgreglueind frá, at við hjálp frá lokalum borgarum, høvdu teir handtikið tann eftirlýsta persónin í Kaldbak. Maðurin var val fyri, eftir at hava søkt sær skjól í einum fjósi í nátt. Hann verður nú avhoyrdur á politistøðini í Havn.

Talan er um ein 37- ára gamlan mann ið er dømdur fyri vápna heimarán í Danmark. Í eini roynd er maðurin sendur til Føroyar, har ætlanin var at hann skuldi sita í Varðhaldinum í nakrar mánaðir.

Tað var í gjár umleið kl. 17:15, at løgreglan fekk boðini frá Arrestini í Mjørkadali um, at ein fangi var rýmdur. Løgreglan setti eina leiting í verk stutt eftir, og leitað hevur veri við m.a. hjálp frá servandum løgregluhundum í umráðnum við Mjørkadal, Kaldbaksbotn og í haganum eysturmóti Kaldbak. Leitingin bleiv steðga umleið kl. 23 ói gjárkvøldið, og var hildi áfram í lísingini í morgun.

Løgreglan takkar fyri áhugan og hjálpina ið var veitt fyri at finna tann eftirlýsta mannin.

Vaktchefurin





© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið