Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Eyðgunn spyr Anniku um felags upptøkunevndir









Í samband við, at Annika Olsen hevur lýst kunngerð um røktarheim og eldrasambýlir, at koma í gildið tann 1. september 2013, spyr Eyðgunn Samuelsen landstýriskvinnuna í Almannamálum hesar skrivligu spurningar:



1) Hvat er grundgevingin fyri at gera felags upptøkunevndir til røktarheim og sambýlir?

2) Hvørji atlit eru tikin til tær kommunur, ið hava gjørt íløgur í røktarheim í mun til tær kommunur, ið ikki hava raðfest øki í sama mun?

3) Er tað rímiligt, at tær kommunur, ið hava gjørt stórar íløgur, kunnu koma í ta støðu, at tær framvegis skulu gjalda íløgurnar, meðan aðrar kommunur hava ræðið á, hvussu íløgan verður umsitin? 4) Hevur landstýriskvinnan umhugsað eina skipan, har kommunurnar ikki bert hava felags upptøkunevnd, men eisini í felag gjalda íløguna?

5) Er tað í samsvari við kommunustýrislógina, at skattapeningurin hjá borgarum í einari kommunu verður nýttur til at gjalda fyri, at borgarar í eini aðrari kommunu fáa atgongd til nakrar tænastur?

6) Hetta at kommunur skulu valda uttan mun til, um tær gjalda, verður tað leisturin, ið nýttur verður í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út?

Viðmerkingar:

Kunngerðin um eldrarøkt, ið er lýst at koma í gildi tann 1. september 2013, skipar landið í 6 økir, ið skulu hava felags upptøkunevnd til eldrasambýlir og ellis- røktarheim í økinum. Upptøkunevndin tekur avgerð um upptøku á røktarheimi, ellisheimi, heimi fyri minnisveik og eldrasambýli.

Upptøkunevndir verða valdar fyri 4 ár í senn, og skulu kommunurnar í økinum velja 3 umboð, hini umboðini eru avvarðandi økisleiðari fyri Almannaverki, visitator, leiðarin á røktarheiminum og ein kommunulækni. Semjast kommunurnar í økinum ikki um at velja umboð í upptøkunevndina, verður atkvøðugreiðsla, har hvør kommuna fær atkvøðutal sambært fólkatalinum í kommununi.

Tað kann vera skilagott at skipa landið í økir og hava samskipaða upptøku til røktarplássini í økinum, tá ið talan er um at fáa ein skilagóðan rakstur av eldraøkinum. Ein annar spurningur er tó íløgusíðan. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu kommunurnar hava raðfest íløgur í eldraøkið.

Nakrar kommunur, sum t.d Eysturkommuna og kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, hava gjørt stórar íløgur í røktarheim og sambýlir við tí fyri eyga at verða førar fyri at geva teirra eldru borgarum eina góða røkt. Aðrar kommunur hava sæð eldraøkið sum eitt landsmál burturav og hava tí ikki gjørt stórvegis íløgur í eldraøkið, men hava ístaðin raðfest onnur økir sum t.d havnarløg, barnaansing og/ella skúla.

Fyri borgarar í teimum kommunum, sum hava gjørt stórar íløgur í eldraøkið, fær kunngerðin ta avleiðing, at teir framvegis skulu gjalda íløguna, men hava onga trygd fyri, at teir fáa ágóðan av henni. Hetta setir eisini kommunurnar í eina løgna støðu, tí tær, uttan at vita tað frammanundan, hava gjørt íløgur til borgarar, ið ikki búgva í teirra kommunu.

Avleiðingin av at seta áðurnevndu kunngerð í gildi kann elva til misljóð ímillum kommunur og kemur ikki at virka eggjandi fyri kommunur at leggja saman í størri eindir. Landsstýrið hevur higartil havt sum mál at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2014. Júst nú hevur landsstýriskvinnan tó boðað frá, at ætlanin er seinkað nakað. Tað virkar ørkymlandi, at kunngerðin um ellisheim og sambýlir verður sett í verk bert 4 mánaðir, áðrenn kommunurnar, eftir ætlan samgongunnar, skuldu yvirtaka eldraøkið. Landsstýriskvinnan hevur áhaldandi ført fram, at orsøkin til, at ongar broytingar eru gjørdar í bygnaðinum innan eldraøkið, er, at kommunurnar sjálvar skulu avgera og skipa framtíðar bygnaðin á eldraøkinum. Tí er tað ikki samsvar ímillum útsagnir og tað, ið verður framt í verki viðvíkjandi eldraøkinum.



Á Løgtingi, 26. august 2013



Eyðgunn Samuelsen

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið