Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




ES-málið: Føroyar eiga at brúka juridisk vápn





Føroyski fólkatingslimurin Edmund Joensen heldur, at landsstýrið situr hendur í favn í ES-málinum.

- Landsstýrið hevur fyri rúmari tíð síðani sagt seg hava møguleika at kæra fráboðaða boykottið til Heimshandilsfelagsskapin WTO, men enn er einki gjørt, ger hann vart við og vísir harafturat á, at landsstýrið eisini hevur tosað um, at komandi boykottið kann leggjast fyri ES-dómstólin.

Men hvørki er hent, og tað er ov galið, heldur Edmund Joensen og mælir til at fáa hendurnar upp úr lummunum, skrivar portal.fo

-Landsstýrið má nú lata seg í arbeiðsklæðini og brúka tey juridisku vápn og møguleikar, ið tað sigur seg hava. Onki er í vegin fyri at taka løgfrøðilig stig ímóti sjálvum boykottinum, samstundis sum roynt verður at fáa samráðingar í lag um eitt øðrvísi kvotubýti, sigur føroyski fólkatingslimurin

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið