Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Enn ongin olja undir Føroyum





  Boringin av Brugdan ll brunninum í loyvi 006, á føroyskum øki, er endað.

Brunnurin verður nú tiptur og frágingin.



Borað varð niður á 4.542 metrar. Kolvetni vórðu ikki staðfest í brunninum.



Byrjað varð at bora brunnin, ið liggur 70 fjórðingar í ein landssynning úr Føroyum, í mai 2014. Boripallurin West Hercules boraði brunnin á 450 metra dýpi.



Hetta er annar brunnurin, ið er boraður á loyvi 006. Loyvið er umleið 580 ferkilometrar til støddar.



Statoil hevur verið virkið í Føroum síðani ár 2000. Statoil hevur fýra leitiloyvi og er fyristøðufelag í øllum fýra loyvunum.



Feløgini í loyvi 006 eru: Statoil 35% (fyristøðufelag), ExxonMobil 49%, OMV 15% og Atlantic Petroleum 1%.





West Hercules setir í næstum kós móti loyvi 008 fyri at bora brunnin Súla/Stelkur, har Statoil eisini er fyristøðufelag

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið