Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Eitt miðalár í Dímun





Í Dímun eru tey um at vera liðug við slaktið í ár.

Byrjað varð longu 16. september.

Higartil eru 450 seyðir flettir, harav 18 veðrar, sum gingu í feitilendi í skorðini.

Har hava tey sett 20 við um árið seinastu átta árini, eftir at gangandi var aftur eftir gøtuni, sum frammanundan var rudd burtur.

Veðrarnir vigaðu úr 54 upp í 58 pund. Miðalvektin á hinum lá um 27-28 pund, og tað er eitt miðalár í Dímun, sigur Jógvan Jón Petersen, bóndi.

Hóast nógv gras hevur verið, hevur verið ógvuliga vátt síðani julimánaða, og tað hevur ávirkað vektina, sigur bóndin.

Krovini verða flutt av oynni við tyrlu, og móttakararnir eru yvirhøvur privatkundar.

Einir 15 seyðir eru eftir at taka. Teir ganga niðri á røkrunum norðast á oynni og verða tiknir fyrsta dagin.



© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið