Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Ein nevi av mandlum lækkar blóðtrýstið





Ein nevi av mandlum um dagin kann eftir heilt stuttari tíð minka um vandan hjá ov tjúkkum fólkum fyri hjartakar-trupulleikum.

Tað vísir ein nýggj kanning av ávirkanini, mandlur hava á heilsuna.

Kanningin er gjørd á School of Life and Health Sciences á Aston University í Birmingham, og har staðfesta granskarar, at nøturnar serliga betra blóðrenslið, skrivar klogkost.dk.

Granskararnir testaðu í ein mánaða virknaðin av mandlu-ríkaðum kosti á raskar ungar og miðaldrandi menn og ein bólk av ungum monnum við høgum vanda fyri hjartakar-trupulleikum sum ov høgum blóðtrýsti ella yvirvekt.

Við kanningarlok hevði bólkurin, ið át ein mandlu-ríkaðan kost hægri innihald av antioxidantum (alpha-tocopherol) í blóðinum, betri blóðgjøgnumrák og lægri blóðtrýst, sum alt kundi minka um vanda teirra fyri hjartasjúkum.

Samanseting av føðsluevnum 

Mandlur eru kendar fyri at innihalda eina røð av gagnligum evnum sum E-vitamin og sunn fitievni, fipur, ið økja mettleikakensluna og flavonoidur, sum kunnu hava antioxidantar eginleikar.

Granskararnir halda, at tað er sannlíkt, at samansetingin av øllum hesum føðsluevnunum tilsamans er orsøkin til heilsubetringarnar.

”Kanning okkara váttar, at mandlur eru ein "superfood". Fyrr gjørdar kanningar hava víst, at tær syrgja fyri, at hjartað er sunt, men okkara kanning vísir, at tað ikki er ov seint at taka tær við í kostin - ein neva hvønn dag, sjálvt í einum stuttum tíðarskeiði, kann minka um vandan fyri at fáa hjartatrupulleikar,” sigur Helen Griffits, professari, ið stóð á odda fyri kanningini, sum er almannakunngjørd í Free Radical Research.

Áður gjørdar kanningar hava víst, at mandlur umframt at styrkja hjartakar-skipanina eisini kunnu minka um vandan fyri Alzheimers, og at tær kunnu tryggja eina betri regulering av blóðsukrinum og harvið minka um vandan fyri diabetes. Fleiri kanningar hava somuleiðis víst, at mandlurnar betra býtið av fita í kroppinum og minka um vandamikla magafitan kring gøgnini.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið