Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Ein breið vifta av bókum





Skrímslakiska, ljóðknøttar, hervilig kykt og vandamikil telduspøl. Síðsta bókaumfarið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2014 spennir víða og fevnir um 7 bøkur til børn og ung. 

Stella Baggot

Allarfyrsta stóra spælibókin

Ljóð, klaffar og hygga-bø eru lyklaorðini í nýggju, spennandi spælibókini til tey yngstu. Børnum fara at dáma væl at sleppa at nerta við alt tað bleyta og rufluta, lyfta nógvu klaffunum og trýsta á allar ljóðknøttarnar í hesu litføgru spælibókini.

Spælibókin er 12 síður, úr pappi og hevur klaffar og ljóðknøttar. Marna Jacobsen týddi.





Helmsdal/Güttler/Jónsdóttir

Skrímslakiskan

Øll onnur hava kelidýr – øll uttan Stóra Skrímsl. Og nú lítla skrímsl hevur fingið ein kettling, vil hann vera hjá kettlinginum allan dagin og hevur als ikki tíð at spæla við Stóra Skrímsl. Hann kann heldur ikki, tí um teir fara at tekna, skræðir kettlingurin pappírið, og fiska kunnu teir heldur ikki, tí kettlingurin ræðist vatn. Men so verður kettlingurin burtur …

Bókin er 32 síður, innbundin og hóskar væl at lesa fyri børnum 3 ár og eldri.





Tove Jansson

Mumi og stóra skattaveiðan

Eitt spennandi ævintýrligt ævintýr við glæsiligum støkkmyndum og flottum 3D korti. Tá ið Mumitrøllið finnur eitt gátuført kort á loftinum í mumihúsinum, fara hann og vinirnir á skattaveiðu. Leiðin gongur til fjarastu horn í Mumidalinum …

Bókin er 16 síðir og er innbundin við støkkmyndum. Hóskar væl til børn 3-5 ár. Marna Jacobsen týddi.





Fransesca Simon

Herviligi Henry og kykt

Í fyrstu faktabókini hjá Herviliga Henry á føroyskum er alt, sum tú vilt vita, um kykt. Eisini tað, ið tú helst ikki hevði viljað vitað! Og dámar tær søgurnar um Herviliga Henry, fert tú heilt víst eisini at hugna tær við forvitnisligu vitanini um herviligu kyktini.

95 síður við undarligum, undranarverdum, hugtakandi og herviligari vitan um kykt. Hóskar væl til bæði upplestur og sjálvlestur hjá teimum 7-12 ára gomlu.





Axel Hellstenius

Hin stóri bresturin

Ein hendingarrík og dramatisk søga um fýra dreingir í trupulleikum … teir festa í fjúsið og tveita dynamittið í ruskílatið mitt á strondini. Men onki hendir. Knappliga kemur sólin fram, og fólk koma oman á strondina. Hvat gera vinmennirnir tá? Bíða eftir brestinum? Nei, teir rýma sjálvandi. Men dynamittið hvørvur ikki av tí … Ein bók um vinalag, sterkar kenslur, bólkatrýst og páfinningarnar hjá fýra vinmonnum.

Bókin er 68 síðir og heft. Spennandi lesnaður hjá børnum 8 ár og eldri. Hjørdis Heindriksdóttir týddi.





Peter Pohl

Anton, mær dámar teg

Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og ein ordiliga góður vinur. Hann er perfektur, heldur Joss. Men tað er okkurt løgið við Antoni. Søgurnar hjá honum passa ikki rættiliga, pápi hansara kemur ongantíð eftir honum aftaná venjing. Og hvussu ber tað til, at hann hevur so nógvar fartelefonir?

Bókin er 142 síðir og heft. Góð sum sjálvlestrarbók hjá teimum 9-12 ára gomlu. Laura Joensen týddi.





Ursula Poznanski Erebos

Tá ið 16 ára gamli Nick fær ein pakka, undrast hann á, um hann er frágreiðingin um løgna atburðin hjá floksfelgunum fyri tíðina. Í pakkanum er gátufulla telduspælið Erebos. Spælireglurnar í Erebos eru strangar: spæl altíð einsamallur, ikki tosa um spælið og sig ongantíð nøkrum títt kallinavn.

Forvitni vinnur á Nick, og hann verður skjótt bundin at spælinum. Men Erebos veit nógv um tey, sum spæla, og fer at manipulera við lív teirra, og markið millum veruleikan og virtuella heimin syndrast …

Ein ógvuliga sannførandi og viðkomandi spenningsbók til ung. Bókin er 400 síður og heft. Jenny Johannessen týddi.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið