Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Eg síggi teg betur í myrkri – Forspæl til ein gleðileik





Eg lifri ikki fyri lesaranum - men eg virði hann. Tað sigur Carl Jóhan Jensen, sum hevur skrivað nýggju skaldsøguna.

Og Sprotin skrivar víðari ...

Ó-sögurnar endaðu við orðunum: Her byrja søgurnar fyribils. Er henda framhald av Ó-søgum?

Nei, tað er hon ikki. Hasi loka-orðini vórðu helst sett har til at arga lesarin eitt sindur. Eg helt meg ongantíð hava bundið meg til at skriva eitt framhald av teimum sögunum og tað hevði nú eisini verið eitt sindur torfört soleiðis sum tann bókin varð gjörd og skipað, nakað sum ein bíbliusöga um tað illa ella djevulskapin. Henda nýggja bókin afturímóti er meira sum ein hevdbundin skaldsöga ella ið hvussu so hevdbundin sum nakar kann vænta av mær.
Er hetta so annað bindið í einum tribindsverki? Hesar bökurnar hava tað felags, at baksýnið í teimum er sama söguliga tíðarskeiðið við öðrum orðum seinna helvt av nítjandu og fram um miðja tjúgundu öld. Ella öðrvísi sagt tað hvarvið í söguni, tá ið föroyska samfelagið eins og onnur samfelög um okkara leiðir remba miðöldina av sær bæði búskaparliga og mentunarliga og verða til tað, vit kenna í dag. Eg havi ið hvussu er eina bók afturat í umbúna, har tær söguliga umstöðurnar eru tær somu. Hinvegin haldi eg tó at bökurnar, tað vil siga Ó-, nýggja bókin og henda sum er í umbúna, eru sera ólíkar bæði hvat tema og framseting viðvíkur.
Undirtittulin er: Forspæl til ein gleðileik. Hvat meinar tú við? Hatta er tað, tey rópa upp á ironi, hugsi eg. Samtíðin í bókini er seinsummarið 1939, dagarnir beint upp undir, at seinni heimsbardagi brestur á. Orðið gleðileikur er ein týðing av orðinum Comedia, soleiðis sum vit kenna úr titlinum á stórverkinum hjá Dante Divina Comedia og sipar til kríggið, sum er í hondum. Forspælið fyri sín part sipar partvíst til lívið hjá hövuðspersóninum, íslendska skaldinum og vinnulívsævintýraranum Benedikti Einarssyni, sum er föddur miðskeiðis í átjanhundrað og trýss árunum og partvíst til tann söguliga samanhangin sum Benedikt útinnir sína ævi í upp á gott og ilt.
Tú kallar hövuðspersónin vinnulívsævintýrara. Slíkar menn kenna vit aftur úr norðurlendskum bókmentum, t.d. August hjá Knut Hamsun, er tað ikki eitt sindur tugt? Tú meinar, eri eg ávirkaður av slíkum lýsingum? Eg haldi ikki sum so, men tað kunnu onnur döma um. Eg skal ikki dylja fyri, at í lýsingini av Benedikti havi eg tikið mær fyrimynd eftir einum sannsöguligum persóni, sum veruliga var bæði skald og vinnulívsævintýrari, Einari Benediktssyni. Men eg vil taka fram, at hetta á ongan hátt er ein ævisögulig lýsing av honum. Hetta er reinur skaldskapur. Men annars er einki at taka seg aftur í, at persónleikar av hesum slagnum eru áleypandi í rembingartíðum eins og teimum, ið her verða lýstar. Fólk sum spreingja allan ásettan veruleika av sær við sínum ætlanum, hvörjar tær so eru. Umframt Einar Benediktsson kundi í íslendskum samanhangi verið vert at nevnt Jón Ólafsson, ritstjóra. Hann ætlaði á sinni, í samráði við amerikanskar myndugleikar, at flyta einar tíggjutúsund íslendingar til Alaska við tí fyri eyga at gera íslendingar til eitt stórveldi og íslendskt til eitt heimsmál. Tað stórætlaða sinnið vil gjarna ama harmleikin upp á seg. Helst er tað tað, sum fangar hugan bæði hjá hövundum og lesarum.
Tú segði í eini útvarpssending fyri stuttum, at hesin Benedikt livir í spenninginum ímillum tvær øldir. Hvat var so hugtakandi við skiftinum inn í 20 øld? Eg haldi ikki at tað er nakað serstakt við nökrum aldaskifti í sjálvum sær. Eitt aldaskifti er sum so bara eitt skifti eins og eitt árskifti, eitt mánaðarskifti ella fyri tað eitt vikuskifti. Tað, sum vekur mín áhuga í sambandi við tjúgundu öldina, er, hvussu knappliga hon kemur á. Við ein brest so at siga. Við tí krígnum, sum byrjaði fyri júst hundrað árum síðani. Og tað var ikki bara eitt skifti, tað orðið er ov smáfingið til lýsa hetta siðmenningarliga skriðulopið, ta endavendingina av öllum veruleika, öllum virðum. Tað hevur ikki verið sum at siga tað at liva hetta, at lofta sær andliga í slíkum tilveruligum bólti. Og tað gav eisini at bíta í eftirspælinum eftir heimsbardagan, í teimum sokallaðu millumkrígsárunum.
Mangur kom at standa úti í andgletti, roynandi til fánýtis at halda nítjandu öldina um seg sum einum knappaleysum frakka. Tak eitt nú Oswald Spengler, ta í senn flogvitugu og fáfongdu mynd, hann kýtist við at skapa söguna í, í bókini Untergang des Abendlandes. Tað er sum heldur hann seg kunna byrja söguna av nýggjum upp á síni egnu kor. Og okkara maður, Benedikt Einarsson, er somuleiðis klovin í sínum hugburði, hann vil verða ein ímynd av tí nýggja, hann vil slóða fyri vökstri og vælferð í Íslandi, men hansara virðisgrundarlag er nítjanda öldin eins og hon var fyri 1914, hann er eitt sanngitið barn av tí framtíðarleysa bjartskygni og áliti á, at tökni og vísindi borgaðu fyri kristnari, vesturlendskari siðmenning um allar ævir.
Eitt umskiftið sum tað, ið brast á vesturlond í 1914, er enn óbrostið á okkum, sum nú liva. Ikki fyri tann skyld, at okkara samtíð ikki hevur havt tevin av slíkum umskifti. Tað hevur hon síðani Berlin-múrurin fall. Og tað hevur ikki staðið á fyriboðanum heldur. Eftir yvirgangsálopið í New York 11. september 2001, meðan trýstibylgjurnar frá tí enn settu gjögnum fjölmiðlarnar, varð jabbað upp í saman, at nú ridlaði undir vesturlendskari siðmenning, nú fóru hóttafallini at koma kropp á kroppi. Gaman í elvdi yvirgangsálopið kríggj av sær í Irak og Afganistan, men heimurin stendur kortini toluliga samur eftir, og hamskiftið, sum verða skuldi, vísti seg fyri tað mesta at vera retorikkur, bert hava til endamáls at staðfesta eina nýtslugalna siðmenning og surra tær valdaskipanir, sum tíðin hevur spent um hana. Tú hevur gjørt vart við, at ein høvundur má hava sítt egna mál. Hvat meinar tú við? Eg hugsi um, at stílurin í hesi bókini er líka sermerktur sum altíð hjá tær, og eg haldi, at ein ávísur vandi er fyri, at málið kennist mongum so öðrvísi, at tey rætt og slætt ikki hætta sær undir tekstin? Eg haldi tað vera sjálvsagt, at eitt listafólk skapar sær sína egnu framseting. Hvussu skuldi tað öðrvísi verið, álvaratos. Tú sigur, at málið er sermerkt og rör framundir, skilji eg teg rætt, at eg við mínum málsliga stíli misvirði lesaran onkursvegna, ella ið hvussu er ikki taki atlit til lesaran. Eg haldi beint tvörturímóti. Sum eg segði í áðni: tað er ikki ovsagt at kalla okkara samtíð nýtslugalna. Einstaklingurin hevur bert gildi sum brúkari. Brúkarin er fremstur av öllum og við brúkaran hevur tú onga samröðu. Tú lifrar fyri brúkaranum. Sölufólk lifra fyri keyparanum. Politikarar lifra fyri veljaranum. Og tey seinnu árini er tað vorðið eitt krav, eitt alsamt harðnandi krav í almenna rúminum, at sum listafólk skalt tú eisini lifra. Rithövundurin skal lifra fyri lesaranum. Myndlistafólkið fyri teimum listáhugaðu. Sjónleikarin fyri áskoðarunum o.s.fr. List er ein vöra, verður sagt eins og öll onnur vöra, sum sápa, bilar, uttanlandsferðir, sjónvarp, vesipappír o.s.fr.
Men lifr hevur einki við virðing fyri nökrum at gera. Tvörturímóti. Sölumaðurin lifrar pengarnar frá kundanum, men krevur hvörki at virða kundan ella kæra seg um, annaðhvört kundin hevur brúk fyri vöruni ella ei. Sama er galdandi um politikaran, ið lifrar atkvöðuna frá veljaranum. Eg fyri mín part virði lesaran, men eg lifri ikki undir nökrum umstöðum fyri honum. Samskifti millum hövund og lesara má byggja á eina javnvág, eina sínámillum virðing, har hövundinum í sínum lagi loyvist at vera heilur í síni listarligu stremban, men lesarin fyri sín part hevur krav upp á dygd, bókmentaliga sum málsliga.
Alt annað er reindyrkað undirhaldsfasisma.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið