Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Dupult útgávukonsert við Marstin and the Revelators og Benjamin Rajani.





***Leygarkvöldið 18. Feb. kl. 20.30 í Töting***

Tónleikasamtakið Grót fara at heiðra tvær av nýggjastu tónleikaútgávunum í Föroyum, útgávurnar talan er um eru:

"Reach for the heights" við MARSTIN AND THE REVELATORS

"To be Torn" við BENJAMIN RAJANI

MARSTIN AND THE REVELATORS:

So er næsta útgáva hjá bólkinum Marstin and the Revelators, "reach for the Hights" á götuni.

Fyrsta flögan "Fruits and Animals", kom út í 2011. Í samband við fyrru útgávuna, var bólkurin á konsertferð í USA, tað var á hesi ferð, at tónleikurin á nýggju útgávuni "Reach for the Hights", var skrivaður.

Manningin í bólkinum var nakað annarleiðis, tá lögini vóru skrivað, tó vóru Martin Í Grund, Pauli Reinert Poulsen og Símun C. Olsen við tá, hinir tónleikarnir vóru úr ymiskum öðrum londum, tónleikarar sum Martin hevði mött, tá hann læs tónleik í Bretlandi.

Í dag er bólkurin bert mannaður við föroyingum, búsitandi í Föroyum.



Tónleikastílurin á "Reach for the Hights", kann lýsast sum rockabilly og laid back poppur.

Bólkurin Marstin and the Revelators, telur í dag hesa manning:

Martin í Grund - Sang og gittar

Pauli Reinert Poulsen - Gittar

Dávid Í Lág - Bass

Jasmin Jovanovic - Trummur

Símun C. Olsen - Sang

Spildur nýggja sjónbandalagið hjá Marstin and the Revelators kann síggjast her:

https://www.youtube.com/watch?v=TISKEB83oes

BENJAMIN RAJANI:

Í endanum av Novembur 2016, gav Benjamin Rajani út sína debut útgávu "To Be Torn". Flögan hevur fingið sera góð ummæli, m.a 5 út av 6 stjörnum frá Kvörnini.

Fyri fyrstu ferð, verður nú möguleiki at uppliva Benjamin Rajani live saman við bólki.

Tónleikastílurin ið teir spæla, kann lýsast sum singer/songwriter, við fólka elementum.

Manningin er:

Benjamin Rajani, sang og guitar

Ragnar Finsson, kór, el guitar og banjo

Árni Jóhannesson, kontrabass

Tórður Dam Jacobsen, trummur

Teir fara at spæla lög av flöguni, umframt nýggjari lög.



Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót) fáast við dyrnar frá kl. 20.00. Tú kanst eisini keypa atgongumerki online her:

https://gfestival.fo/products

Finn Tónleikasamtakið Grót á facebook.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið