Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Deyðar stjørnur fáa enn pengar









Seinasta árið hevur filmsleikarin Elizabeth Taylor, fingið yvir eina milliard krónur á kontuna. Tað merkisverda er, at allir hesir pengarnir eru komnir aftaná deyða hennara. Elizabeth Taylor doyði nevnliga 23. mars 2011, 79 ára gomul. Hetta veit Forbes at siga.

Sambært Forbes er inntøkan komin aftaná, at smúkkur, klæði og ymisk list hjá Taylor eru seldar.

Elizabeth Taylor er als ikki einasta Hollywood-stjørnan, ið hevur fingið eina risa inntøku eftir deyða. Síðani Michael Jackson doyði í juni 2009, hevur hann fingið heilar 154 milliónir dollarar. Komandi ár eru stór sannlíkindi fyri, at Jackson yvirhálar Elizabeth Taylor við sínari inntøku. Síðani hann doyði, hevur Michael Jackson havt eina fasta inntøku frá søluni av tónleiki hansara. Og hendan inntøkan bara veksur.

3. stjørnan, ið hevur fingið eina stóra inntøku aftaná deyða sín, er Elvis Presley. Hóast tað er 35 ár síðani, at Elvis doyði, so sæst tað ikki á inntøku hansara. Frá oktobur 2011 til oktobur 2012 tjenti hann heilar 55 milliónir dollarar.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið