Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Dávur Birgisson vann Stella Polaris





Finalan í Stella Polaris 2017 er avgjørd í kvøld. Vinnarin av kappingini gjørdist gittarleikarin Dávur Birgisson. Aðru virðisløn vann Kristina Thede Johansen, alt saksofon og triðju virðisløn vann Birita Poulsen, sang..

Hinir finalistarnir vóru Jósef Zachariassen, Klaver, Leslie Parker, violin, og Aksel Dánjalsson Remmer á klaver.

Í yngsta bólkinum til og við 13 ár var tað Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, akkordion, sum vann. Aðru virðisløn fekk Sigrið F. Hansen sum spælir kontrabass og triðja virðisløn varð deild millum Birna Eyðunardóttir, klaver og Sæunn Birnadóttir Hansen, klaver.

Í mittasta bólkinum, sum er aldursbólkurin 14 til og við 18 ár var tað Helena Joensen, klaver, sum fekk fyrstu virðisløn, Andrias Blaasvær, violin, fekk aðru virðisløn og Maria Knudsen, floyta og Maria á Lakjuni, floyta, deildust um triðu virðisløn.



© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið