Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




DANNY WALLACE vitjar í Føroyum









Í vikuskiftinum 30 august til 1 sept, vitjar amerikumaðurin Danny Wallace saman við konu síni Lynn Wallace í Føroyum.

Undir heitinum Vón og Frælsi vera møtir í Kelduni í Skálafirði. Tað eru teir báðir Kartin Høgnesen úr Missiónshúsinum í Leirvík og Eyðun Jacobsen úr Kelduni í Skálafirði, sum hava tikið stig til at bjóða Danny Wallace til Føroya.

Danny hevur eina sera sterka, men óhugnaliga lívsøgu at fortelja.

Tá ið hann var 5 ára gamal byrjaði hendan óhugnaliga søgan. Maðurin hann sá upp til, maðurin sum skuldi elska hann, maðurin sum var respekteraður um allan býin, hesin maðurin tók ein dagin henda 5 ára gamla drongin og bant hann fastan, fyri síðani at kynsliga misnýta hann til blóði fleyt, frá tí degi byrjaði eitt lív við kynsligari misnýtslu av grovasta slag. Maðurin sum byrjaði hesa misnýtslu var hansara egni pápi. ini eina tíð sum samkyndur, men hevur lagt tann lívstílin afturum seg. Hann er giftur við Lynn og tey eiga 3 vaksnar synir.

Danny ferðast í dag runt allan heim og boðar ein boðskap um kærleika, vón og frælsi í Kristusi.

Fullkomin skrá verður kunngjørd seinni. Men set longu nú x í álmanakkan, hetta verður sterkt og áhugavert.

DANNY WALLACE vitjar í Føroyum 30 aug. - 1 sept.



Danny livdi eisini eina tíð sum samkyndur. Hann er giftur við Lynn og eiga tey 3 synir, sum allir eru aktivir innan tað kristna arbeiði. Danny ferðast í dag runt allan heim og boðar ein boðskap um kærleika, vón og frælsi í Kristusi. Umframt at tala Guds orð, er Danny ein framm úr góður sangari og klaverspælari, so tað fara vit eisini at uppliva á møtunum. Eisini vera ymiskar sangframførðslur á skránni. M.a. sangarar og tónleikarar úr Missiónshúsinum í Leirvík og Kelduni í Skálafirði koma at luttaka. Møtini við Danny Wallace verða hesar tíðir:

Fríggjakvøldið 30 aug kl. 19.30

Leygarkvøldið 31 aug kl. 19.30

Sunnumorgunin 1 sept. kl. 11.00

Sunnukvøldið 1 sept. kl. 19.00

Øll møtini vera í Kelduni í Skálafirði.









© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið