Hava landað á Toftum


18/04/2017

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa í dag á Toftum, teir hava 280 tons av gulllaksi. Tað er Tavan í Leirvík sum keypir gulllaksin.   Teir hava hendan túrin roynt vestur úr Mykinesi.   Skipini fara nýggjan túr í kvøld, fyrst fara teir á Havnina at taka ís, skrivar jn.fo

Hevur landað fyrsta túrin á gulllaksi


11/04/2017
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru aftur byrjaðir at fiska gulllaks og í gjár koma teir aftur av stuttum túri við 200 tonsum. Trolararnir landaðu á Toftum og veiðan koyrd til Tavuna í Leirvík   Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara nýggjan túr í dag


Gamla Gitte Henning sum nýggj


06/04/2017
Í dag eitur gamla Gitte Henning hjá føroyingunum í P/R Ásbjørn í Hirtshals, HG 365 Junior, skrivar lokalportalurin haðani.   Skipið hevur ligið eina tíð í turrdokkini hjá Karstensens Skibsværft og er vorðið upppussað og sær út sum nýtt.   Sum skilst skal skipið fiskað nebbafisk.


Leys Størv
Hugrák
Onki hugrák er tøkt í løtuni.

Gás
Dunna
Fleskjasteik
Ræst
Annað

Skraset Vís úrslit


Ras 2

Lindin

Útvarp

Sjónvarp

Tingvarp





Billett.fo
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo

Nýtt skip í FAS

Í dag varð farmaskipið Listerland skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránna. Tað er Sp/f Unicorn, ið leigar skipið, sum er 2.735 bruttotons til støddar.   Hetta er fjórða skipið, sum Sp/f Unicorn hevur skrásett í FAS.


Selur fyri 13,42 kr. kg

Trolbáturin Hansa Maria hevur landað í Leirvík morgun og selt 24,6 tons á uppboðssøluni fyri 330.034 krónur. Teir hava trolað norðanfyri og túrur byrjaði 18.mars   Hansa Mara er 19,35 metur long, 5,75 breid og dýpi 2,5 m


Minni av fiski fyrstu mánaðirnar í ár

Tað er komið minni av fiski á land teir fyrstu tveir mánaðirnar í ár, skrivar Hagstovan. Ein av stóru orsøkum tað er tað ringa veðrið.   Hagstovan upplýsir at hesar báðar mánaðirnar eru 9.716 tons avreidd og tað eru 350 færri enn somu tíð í fjør   Eisini var afturgongd í prísi.   Sí annars heimasíðuna hjá Hagstovuni - har tú finnur hagtøl


Eysturbúgvin og Vesturbúgvin í Havn

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava  landað til Barðið í Havn í dag, teir hava tilsamans 280.000 pund.   Skipini hava roynt sunnanfyri, teir byrjaðu túr 10. mars, skrivar jn.fo


Havborg seld til Russlands

Rækjutrolarin Havborg er seld einum felag í Russlandi. Tað segði reiðarin, Tummas Justinussen í samrøðu við Útvarpið í gjár. Tummas nevndi at teir høvdu arbeitt við málinum í eina tíð og loksins eydnaðist at selja Havborg.   Havborg var á sinni keypt fyri 30 mió. krónur


Skeri eg teg her so missi eg teg har

Ein óverulig blanding av skelki og svartskygni hevur rakt fiskivinnuna vítt og breitt mitt í einari gulltíð; vónir verða tó settar til at verandi hoyringar kunnu gera at Landsstýrisins uppskot um 'Fyrisiting av sjófeingi' fær munandi ábøtur.   Var tað ikki greitt fyrr, so er eingin ivi longur millum tey ið varða av teimum leiðandi fyritøkunum í fiskivinnuni: tað verður skotið eftir teimum við skørpum. Har er eingin góða mamma, eingin misskiljing — uppskotið um nýskipanir fyri fiskivinnuna fær avleiðingar tann skeiva vegin fyri fiskireiðarí sum Varðan, Christian í Grótinum, JFK og Framherja, og tey virkir sum eru knýtt at teirra virksemi, eitt nú Faroe Origin í Runavík og Kósin í Klaksvík; samstundis kann vandi vera fyri at tey trý stóru uppsjóvarvirkini í Føroyum, sum eisini eru knýtt at somu fyritøkum — Varðin Pelagic á Tvøroyri, Faroe Pelagic í Kollafirði og Pelagos í Fuglafirði — missa trygdina í sínum rávørugrundarlag.   "Jarðarferðarstemningur kring um høvuðsmotorin," viðmerkti borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, á Facebook. "Nú situr tjóðin væl saktans bara og bíðar eftir at Aksel skrivar út nýval, soleiðis at tað slepst burtur úr ruðuleikanum og kaotisku kósini aftur. Verri enn tað sama fær tað ið hvussu er ikki verið."   Johnny í Grótinum, formaður í Nýskipanarnevndini sum Fiskimálaráðið í fjør setti at gera tilmæli um nýskipan av lógini um vinnuligan fiskiskap, finst hvassliga at anti-trust reglunum í tí lógaruppskoti sum varð lagt fram tann 6. mars í ár.   "Sum vit skrivaðu í álitinum so er einki vinnuligt ella búskaparligt argument fyri at seta mørk í lógina sum skulu regulera støddina á teimum einstøku vinnufyritøkunum," segði hann við Kringvarp Føroya. "Tvørturímóti so eru okkara vinnufyritøkur ógvuliga lítlar í altjóða høpi," legði hann afturat.   Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/03/skeri-eg-teg-her-so-missi-eg-teg-har.html#more


SMS Kapping
row6_18

Ongin vinningur skrásettur í løtuni

Sølulysingar



Onnur tíðindi

1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13
Sí fleiri

Vinnan

1 2 3 4 5 6 7 8
Sí fleiri

Politikkur

1 2 3 4 5 6 7
Sí fleiri