Konni Kass í Norðurlandahúsinum


25/03/2017

Dugnaskapur á rættiliga høgum støði!   Eg mátti seta meg við tastarnar, tí upplivingin í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, var onki minni enn “upcoming” stjørnur, sum eg vóni fara longur fram á leiðini.   Aftur her merkti eg henda inngróvna dugnaskapin, sum ger mína uppliving til nakað heilt serligt.   Fyri at byrja við Konni, so er hon sprottin í dugnaligum tónleikarum, so er ikki at undrast yvir, at hennara avrik standa í serflokki.   Mær dámar heilt ómetaliga væl hennara rødd, sum fer yvir í R&B og so hevur hon júst ta kraftina og slagkraftina, sum fær hana at standa sera sterka í ljóðmyndini.   Tað eg beit serliga merki í var, at hon hevði nakrar ljóðboksir framman fyri sær, har hon á ein sera dugnaligan hátt, fekk gjørt nakað við vokalin og ikki minst at fáa hendan at passa inn í samlaðu ljóðmyndina – fantastiskt!   At hon ikki bara er ein góður sangari kom eisini undan kavi, tá hon tvær ferðir tók saxofonina, og fekk aftur her tónarnar at koma út til okkara, við sera hegnisligum tekniskum avriki.   Eisini settist hon við flyglið, har hon spældi og sang eitt lag, sum hon sjálv segði, var so mikið nýtt, at hetta ikki var roynt í bólkinum.   Ongin ivi í mínari verð, at hevur Konni viljan til tónleikin, sleppur hon so langt hon sjálv vil.   At hon so hevur funnið sera dugnaligar tónleikarar afturat sær, ger sjálvandi tað samlaða projektið til nakað heilt serligt.   Knút Háberg Eysturstein er ein heilt serligur og dugnaligur tónleikari, sum vit kenna úr mongum ymsum, og hevur hann hesa stillu og leiðandi rolluna, sum gevur mær eina kenslu av perfektionismu og evnunum at fáa alt upp í eina hægri eind.   Hann hevur so eisini henda tekniska førleikan, sum ikki bara er at fáa tangentarnar at tala, men so sanniliga eisini við sínum førleika og passión, førir okkum inn í eina løtu við ljóði, sum eg sjáldan havi merkt fyrr.   Torleik Mortensen yvirraskaði meg kanska mest, tí í mínum áhuga fyri basstónleiki, havi eg ofta kanska lyndi til at hoyra hetta fram úr hinum.   Men tá ein bassur blívur til so nógv annað enn taktsláarin, fekk eg aftur her hesa kensluna av dugnaskapi, sum kann fáa ein bass at verða annað enn ein bassur.   Per Ingvaldur Højgaard Petersen er sanniliga í serflokki innan síni slagverk og eri fegin um, at hann eisini er partur av projektinum.   At hava valt Benjamin Petersen til produktiónina og annað gevur eisini eitt serligt íkast, sum eg seti rættiliga høgt.   Eg veit at Konni er undir lestri, sum í sær sjálvum er stórt, kanska meira trygt, men eg má siga, at eg vóni at hoyra meir til hesi, tí hetta er serstakt!   Fríðálvur A.  Jense

Ólavur á konsertferð


14/03/2017
Vestmenningurin, Ólavur Højgaard, við tí gyltu røddini er á tónleikaferð saman við fleiri av sínum bestu tónleikafylgisveinum. Byrjanin hevur verið sera góð tveimum útesldum konsertum í Havn.   Leygarkvøldið er Klaksvíkin fyri stavn, har konsert verður í Spaniastovu.   Tónleikurin, sum spældur verður, er alt frá kendum sangum sum “Eg siti so eina” til spildurnýtt, enn ikki útgivið, tilfar.   Góðar kreftir eru savnaðar við tí fyri eyga, at fáa eina framúr løtu. Einir tveir tímar við øllum teimum kendastu hittunum: ”Ró”, ”So ganga míni ár”, ”Motormani”, ”Tær løturnar”, ”Tá eg ...droymi”, ”Leygarkvøld í Havn”, krúddaðir við øðrum gimsteinum úr "kistuni" hjá tónasmiðinum.   Fyrsta útgávan hjá Ólavi var við Vestmonnum í 1983. Hetta var legendariska útgávan, ”Brot”(LP-pláta og kassettuband), ið mann teljast millum mest seldu útgávur í Føroyum yvirhøvur. Onkur slagari av fløguni ”Úr Vestmanna til Nashville”, innspæld í sjálvum country-høvuðsstaðnum, verður eisini at hoyra.   Saman við Ólavi hetta forkunnuga kvøld verða m.a. vinirnir úr Vestmonnum: Niels Olsen, Jógvan í Toftum og Martin Joensen, sum saman við Ólavi gjørdi sálmin ”Uttan teg” alment kendan. Umframt teir luttaka Holgar Jacobsen og Milson Zachariasen.   https://www.youtube.com/watch?v=r_1Zii6j_aA


Sunleif vann enn einaferð á FMA


13/03/2017
Sunleif var heiðraður í Havn um vikuskiftið við stórverkinum Symphony no. 2 - The Earth Anew.   Hetta er ikki fyrstu ferð tónlistamaðurin verður heiðraðu fyri, men heili triðju ferð. Í fjør fekk Sunleif heiðurin fyri verið Territorial Songs, sum Michala Petri og Allborg Symphony Orchestra framførdi og í fyrrárið vann hann fyri vakra verkið Nordisk Messe.   Sunleif kom eisini sera væl frá lagnum hann gjørdi til tann Norðlendska tjóðsangin, Nordika meðan Kim Leine skrivaði tekstin   Hjartaliga til lukku Sunleif.   (Mynd in.fo)


Leys Størv
Hugrák
Onki hugrák er tøkt í løtuni.

Gás
Dunna
Fleskjasteik
Ræst
Annað

Skraset Vís úrslit


Ras 2

Lindin

Útvarp

Sjónvarp

Tingvarp





Billett.fo
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo

Sunleif gott ummæli í The Arts Desk

Nýggja symfoniin hjá Sunleif Rasmussen (eitt n) fær góð orð við á vegnum í theartsdesk.com,. skrivar in.fo   Yvirhøvur hevur verkið The Earth Anew fingið nógv rósandi orð, og nú er so enn eitt gott ummæli. Tað er síðan theartsdesk.com, ið skrivar um verkið.   Millum annað sigur ummælarin;   Several sections are very funny, notably Sieden’s squirrelly pyrotechnics in the third movement, sparring with gruff male voices. The symphony’s unsentimental, gently optimistic close is marvellous.   Greinin kann lesast her:   http://www.theartsdesk.com/classical-music/classical-cds-weekly-beethoven-rasmussen-shostakovich-tchaikovsky   Kelda: in.fo


KRISTINA BÆRENDSEN - Grand Prix í Reykajvík

SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus/gjaranes@gmail.com     Kenda føroyska sangkvinnan, Countrysangarinnan Kristina Bærendsen, verður at hoyra og síggja beinleiðis í Íslendska sjónvarpinum RÚV leygardagin 04. mars, tá seinna umfarið í Íslendsku Grand Prix kappingini verður, og tá vinnararnir til finaluumfarið verða kosnir.   Finalukappingin verður leygardagin 11. mars í Laugardalshøllini í Reykajvík, og verður eisini send beinleiðis í Íslendska Sjónvarpinum RÚV.   Tað er Mark Brink, ættaður úr USA, men búsitandi í Íslandi, sum hevur skrivað sangin, ið Kristina skal syngja. Tá Mark Brink hoyrdi Kristinu syngja á eini konsert á Hafnafjørdinum í apríl í fjørd, sum varð hildin til heiðurs fyri countrysangaran Merle Haggard, sála, tá varð hann so hugtikin av hennara rødd, at hann gjørdi av, at føroyska Kristina skal syngja hansara Grand Prix sang. Mark kendi einki til Kristinu áðrenn tað.   Sangurin, sum Mark Brink skrivaði, og sum Kristina skal syngja, eitur “Tú og eg,” og hon kemur at syngja saman við Íslendska sangaranum Pálli Rósinkranz. Sangurin verður framførdur á Íslendskum sum duet.   Sangurin hjá Mark Brink var millum teir 200, sum vóru sendir inn til kappingina, og hann bleiv ein av teimum 12, sum komu ígjøgnum nálareyga og sostatt innstillaður til Íslendsku Grand Prix sangkappingina.   Vónandi koma Kristina og Páll at vera millum vinnararnar leygarkvøldið, og um so er, so verða tey við til finaluna í Laugardalshøllini leygardagin 11. mars. Tá verður sangurin farmførdur á enskum.   Kristina hevur verið í Reykjavík seinastu vikurnar, har hon hevur fyrireikað seg til sangkappingina, saman við sangarum, tónleikarum, framleiðarum og øðrum. Jákup Zachariassen og hansara steel-guittari verða við á pallinum leygardagin. Kristina er dóttir kenda countrysangaran Alex Bærendsen. Hon er 26 ára gomul, og hon sigur í samrøðu við Sosialin, at skal hon hugsa um at gera seg galdandi uttanfyri tryggu karmarnar á heimavøllinum, so skal tað vera nú, og nú gjørdist  møguleikin ein veruleiki.   Tá finallistarnir frá teimum lokalu Grand Prix kappingunum eru funnir, so verður stóra Euro-Vision átakið í Kiev í Ukreine í døgunum 9, 11 og 13 mai.   Kringvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá Grand Prix kappingini leygardagin 04. mars.


Felagskonsert í Læraraskúlahøllini leygardagin

Leygardagin 25. februar fara Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur á fyrsta sinni at hava eina konsert saman. Hetta verður í Læraraskúlahøllini kl. 16.   Tórshavnar Manskór varð stovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986 og hevur tí 31 ár á baki í ár. Kórið er við tíðini blivið eitt rættiliga stórt kór, sum hevur nógvar framførslur á hvørjum ári. Til hesa konsertina verður kórið undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk.   Havnar Hornorkestur er, við sínum 114 árum av elstu tónleikaligu feløgunum í landinum, ein sera aktivur felagskapur og eins og Tórshavnar Manskór, setir sín dám á mangt og hvat. Orkestrið hevur í langa tíð verið stjórna av Ova Olsen, sum tó í summar legði frá sær. Nýggjur dirigentur í Havnar Hornorkestri er Tróndur Herason Olsen.   Til konsertina leygardagin framføra kórið og orkestrið bæði hvør sær og saman og tónleikurin, ið spældur verður er bæði til gaman og álvara. Konsertin verður góðan tíma til longdar og tað er ókeypis atgongd.


Í gjár andaðist Marnar Andreasen

Myndin: Eldri mynd av Marnar og Árna   Marnar er millum annað kendur, tí hann leingi hevur verið virkin í tónleikarlívinum í Havn, ikki minst í bólkinum Julianneboys og ikki minst Blackbirds, sum hann myndaði saman við tvíburabeiggjanum Árna.   Árni skrivar soleiðis á facebook vanga sínum  at hann við størstu sorg má boða frá, at elskaði tvillingsbróðurin Marnar í morgun andaðist.   Marnar Andreasen starvaðist sum koyrilærari nú hann brádliga legði árarnar inn.


Dupult útgávukonsert við Marstin and the Revelators og Benjamin Rajani.

***Leygarkvöldið 18. Feb. kl. 20.30 í Töting***   Tónleikasamtakið Grót fara at heiðra tvær av nýggjastu tónleikaútgávunum í Föroyum, útgávurnar talan er um eru:   "Reach for the heights" við MARSTIN AND THE REVELATORS   "To be Torn" við BENJAMIN RAJANI   MARSTIN AND THE REVELATORS:   So er næsta útgáva hjá bólkinum Marstin and the Revelators, "reach for the Hights" á götuni.   Fyrsta flögan "Fruits and Animals", kom út í 2011. Í samband við fyrru útgávuna, var bólkurin á konsertferð í USA, tað var á hesi ferð, at tónleikurin á nýggju útgávuni "Reach for the Hights", var skrivaður.   Manningin í bólkinum var nakað annarleiðis, tá lögini vóru skrivað, tó vóru Martin Í Grund, Pauli Reinert Poulsen og Símun C. Olsen við tá, hinir tónleikarnir vóru úr ymiskum öðrum londum, tónleikarar sum Martin hevði mött, tá hann læs tónleik í Bretlandi.   Í dag er bólkurin bert mannaður við föroyingum, búsitandi í Föroyum.     Tónleikastílurin á "Reach for the Hights", kann lýsast sum rockabilly og laid back poppur.   Bólkurin Marstin and the Revelators, telur í dag hesa manning:   Martin í Grund - Sang og gittar   Pauli Reinert Poulsen - Gittar   Dávid Í Lág - Bass   Jasmin Jovanovic - Trummur   Símun C. Olsen - Sang   Spildur nýggja sjónbandalagið hjá Marstin and the Revelators kann síggjast her:   https://www.youtube.com/watch?v=TISKEB83oes   BENJAMIN RAJANI:   Í endanum av Novembur 2016, gav Benjamin Rajani út sína debut útgávu "To Be Torn". Flögan hevur fingið sera góð ummæli, m.a 5 út av 6 stjörnum frá Kvörnini.   Fyri fyrstu ferð, verður nú möguleiki at uppliva Benjamin Rajani live saman við bólki.   Tónleikastílurin ið teir spæla, kann lýsast sum singer/songwriter, við fólka elementum.   Manningin er:   Benjamin Rajani, sang og guitar   Ragnar Finsson, kór, el guitar og banjo   Árni Jóhannesson, kontrabass   Tórður Dam Jacobsen, trummur   Teir fara at spæla lög av flöguni, umframt nýggjari lög.     Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót) fáast við dyrnar frá kl. 20.00. Tú kanst eisini keypa atgongumerki online her:   https://gfestival.fo/products   Finn Tónleikasamtakið Grót á facebook.


Bassspælarin í Steppeulvene deyður

Søren Seirup hevur skrivað seg í tónleikasøguna sum bass-spælari gjøgnum nógv ár í kenda danska rokkbólkinum Steppeulvene   Søren andaðist 72 ára gamal   Søren Seirup spældi í Steppeulvene frá 1967 til 1970 tá limirnir í bólkinum fóru hvør til sítt, men áðrenn hesa tíð spældi Søren við Beefeaters.   Seinastu tíðina búði Søren á einum røktarheimi


SMS Kapping
row6_18

Ongin vinningur skrásettur í løtuni

Sølulysingar



Onnur tíðindi

1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13
Sí fleiri

Vinnan

1 2 3 4 5 6 7 8
Sí fleiri

Politikkur

1 2 3 4 5 6 7
Sí fleiri