Málið um Føroya Akvarium til 1 viðgerð


29/04/2017

løgtingsmáli nr. 49/2016 Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík   Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, hevur lagt málið fram 19. januar 2017, og eftir 1. viðgerð 7. februar er tað beint Mentanarnevndini.   Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 8. og 15. februar 22. og 29. mars 2017.   Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Føroya Sjósavn, Klaksvíkar kommunu, Tórshavnar Kommunu og Sjómannadagin í Klaksvík.   Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.   Meirilutin (Hanna Jensen, Kristianna W. Poulsen, Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg og Jónleif Johannesen) metir, at arbeiðið við at byggja upp sjósavn/akvarium í Føroyum er farið í gongd og staðfestir, at eitt samstarv er um hesa uppgávu longu nú, har sjálvsognarstovnur við 10 árum á baki við stuðli frá kommunu og landi rekur virksemið. Føroya Sjósavn hevur greiðar ætlanir um útbygging og víðkan av virkseminum á sama staði, sum savnið heldur til í dag, og er í samskifti við ymiskar partar um hetta. Sum skilst eru ongar ætlanirum at byggja ella stuðla einum akvarium í Klaksvíkar býráð við núverandi meiriluta, hóast partur av býráðnum er sinnaður at stuðla tí. Um eitt akvarium skal vera i Klaksvík, og um Føroyar kunnu hava tvey ella fleiri alment stuðlað sjósøvn, eru spurningar, sum, meirilutin metir, skulu viðgerast, tá møguligar ítøkiligar ætlanir fyriliggja frá einum umhvørvi, sum tekur stig til eitt akvarium. Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin (Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø) hevur hesar viðmerkingar: Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur veruliga sett spurningin um akvarium og sjósavn á dagsskránna. Uppskotssetarin hevur alla tíðina lagt dent á, at ætlanin ikki hevur verið at taka nakað frá Føroya Sjósavni á Argjum, og minnilutin tekur fult undir við hesum og mælir eisini framhaldandi til at stuðla Føroya Sjósavni og teimum ætlaðu útbyggingum, ið har skulu gerast. Í uppskotinum verður Føroya Sjómannadagur í Klaksvík nevndur, og er hann uttan iva íblástur til hetta uppskotið um akvarium, tí í sambandi við sjómannadagin hava kør við livandi fiski verið sett upp á Stongunum, og hetta hevur verið ógvuliga væl móttikið. Undir viðgerðini í Mentanarnevndini hava umboð fyri Sjómannadagin lýst ógvuliga áhugaverdar og nýhugsandi ætlanir um eitt ”undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík, sum kann gerast eitt sera áhugavert øki fyri frítíðarkavarar, har gomul skip longu eru og verða søkt, og ætlanir eru eisini um at leggja ein ”glasstunnil” út í sjógvin fram við taraskógnum á einum ávísum øki soleiðis, at fólk eisini kunnu fáa upplivingar undir sjónum. Fleiri onnur hugskot eru eisini í hesum sambandi, og kanningar um møguleikar og eisini kostnað eru í gongd. Vert er at nevna, at andstøðan í Klaksvíkar býráði hevur víst uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stóran áhuga og hevur eisini mælt til at seta pening av at stuðla tiltakinum. Minnilutin heldur, at hugskotini hjá Føroya Sjómannadegi eru ógvuliga spennandi og áhugaverd, og fer tí at mæla til – í staðin fyri nú beinanvegin at heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fram – at samtykkja eitt broytingaruppskot, har heitt verður á landsstýrið um at stuðla Føroya Sjómannadegi í sambandi við fyrireiking av ætlanunum um eitt “undirsjóvar akvarium”. Mett verður, at brúk verður fyri einum 300 túsund kr. til hesar kanningar. Fleiri onnur spennandi prosjekt liggja eisini í ætlanunum hjá Føroya Sjómannadegi.   Minnilutin setir tí fram soljóðandi   b r o y t i n g a r u p p s k o t   “Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lógaruppskot, sum hevur til endamáls at stuðla privatum initiativi í sambandi við “undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík.”   Við hesum broytingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið   Mentanarnevndin, 28. apríl 2017   Hanna Jensen Kristianna W. Poulsen Óluva Klettskarð formaður næstformaður   Katrin Kallsberg Jónleif Johannesen Jógvan á Lakjuni   Bjørn Kalsø

Adoptiónsmálið: Danski ráðharrin tvíheldur um verandi lóggávu


27/04/2017
Børn, sum verða ættleidd av føroyingum uttanlands, fáa sum er ikki automatiskan ríkisborgararætt. Og danska stjórnin hevur ongar ætlanir um at broyta hetta, sigur danski ráðharrin í svari til Sjúrða Skaale. – Eg skilji ikki hví danska stjórnin tvíheldur um at varðveita verandi støðu. Tí har er onki haldgott argument fyri tí, sigur Sjúrður Skaale.   Føroyingar uttanlands, ið ættleiða børn, skulu ikki rokna við, at børn teirra fáa automatiskan ríkisborgararætt. Tað fáa børn annars, um tey verða ættleidd til Føroya.   - Hetta er ein undarligur mismunur at gera á børnunum. Tey skulu jú vera verandi hjá foreldrinum. Júst sum øll onnur ættleidd børn. Tí gevur tað ikki meining, at ríkisborgararætturin ikki er sjálvskrivaður hjá teimum eisini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin. Hann gjørdi tí av at spyrja danska ráðharran á økinum, um ætlanir vóru at beina hendan mismun av vegnum.   Inger Støjberg, ráðharri, hevur nú svarað spurninginum. Og hon vísir uppskotinum aftur. Inger Støjberg vísir í grundgeving síni millum á, at børn í hesari støðu kunnu søkja um ríkisborgararætt undir serliga lagaligum treytum. Tí heldur hon ikki, at nakar tørvur er at geva børnunum rætt til automatiskan ríkisborgararætt.   - Eg skilji ikki, hví stjórnin tvíheldur um hesa støðuna. Vit hava sæð eitt heilt ítøkiligt dømi um eitt føroyskt par, sum hevur havt stóran ampa av hesari stirvnu lóggávuni. Tað er heldur onki haldgott argument fyri at varðveita verandi støðu. Tí er tað ikki minni hugstøtt, at fáa eitt tílíkt svar, sigur Sjúrður Skaale.


Jógvan spyr um ferðavinnu


27/04/2017
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður, setur munnligar fyrispurningur til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum.   Fyrispurningarnir snúgva seg m.a. um ætlaða fráboðan landsstýrismansins at menna ferðavinnuna í Suðuroynni við tí endamáli, at gera tað bíligari fyri bussar at ferðast við Strandfaraskipum Landsins til Suðuroyar við Smyrli, og fyrispurningar um avsláttar skipan til húsvognar og húsbilar, eins og vanligir bilar fáa í dag við Strandfaraskipum Landsins.   Tá hugsa verður um ferðavinnuna, ber ikki til einans at hugsa um ferðafólk, bussar og Suðuroynna í samband við Smyril. Skal ferðavinnan mennast, er neyðugt, eisini at hugsa um føroyingar sum ferðast í egnum landi við húsvognum og húsbilum.   Víst verður til fyrispurningin niðanfyri:   Jógvan Skorheim, Løgtingsmaður.   Munnligir fyrispurningar til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum.   Fyrispurningarnir snúgva seg m.a. um ætlaða fráboðan landsstýrismansins at menna ferðavinnuna í Suðuroynni við tí endamáli, at gera tað bíligari fyri bussar at ferðast við Strandfaraskipum Landsins til Suðuroyar við Smyrli, og fyrispurningur um avsláttar skipan til húsvognar og húsbilar, eins og vanligir bilar fáa í dag við Strandfaraskipum Landsins.   Hví fevnir ætlan landstýrismansins bert um ferðafólk og bussar til Suðuroynna við Smyrli?   Eru nakrar ætlanir um, at endurskoða ferðaseðlakostnaðin við Strandfaraskipum Landsins í sambandi við húsvognar og húsbilar?   Hvussu nógvir húsvognar og húsbilar ferðast við Strandfaraskipum Landsins 2015, 2016 og hvussu nógvar húsvognar og húsbilar metir SL fara at ferðast við teirra skipum í ár?   Viðmerkingar   Í tíðindaskrivi í farnu viku boðar landsstýrismaðurin í samferðslumálum frá, at fyri at bøta um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Suðuroynni, hava Strandfaraskip Landsins í samráð við landsstýrismannin gjørt av at lækka prísirnar fyri bussar, ið ferðast við Smyrli.   Tá hugsa verður um ferðavinnuna í síni heild, so undrar tað, at ein slík skipan bert fevnir yvir ferðafólk, bussar og Suðuroynna, og ikki um ferðavinnuna í síni heild.   Ferðing í Føroyum við húsvognum og húsbilum er voksin sera nógv seinastu 10 árini, og útlit kann verða fyri at hesin ferðingar háttur kann økjast uppaftur meira, men ein trupulleiki er ferðasela-kostnaðurin við SL.   Sambært tølunum frá Akstovuni vóru 492 húsvognar og 28 húsbilar skrásettir í Føroyum 2015.   Sum støðan er, eru eingir møguleikar at fáa avsláttur umborð á ferjum í Føroyum, og tí er tað sera kostnaðarmikið - serstakliga tá talan er um Suðuroyar-, Sandoyar-, Kalsoyar og Nólsoyar leiðina.   Í sambandi við ferðin ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin, so kostar tað bert fyri bilin, og sostatt einki fyri húsvognin.   Er endamálið við at lækka prísirnar bert fyri bussar, sum ferðast við Smyrli fyri at menna ferðavinnuna, so eigur eisini at verða hugsa um húsvognar og húsbilar, umframt at ein slík ætlan eisini eigur at fevna um Sandoyar-, Kalsoyar og Nólsoyar leiðina.   Mett verður, at var sama skipanin galdandi í sambandi við ferjur fyri húsvognar og húsbilar, vildi hetta gagna ferðavinnuni til nevndu oyggjar uppaftur meira.   Tá hugsa verður um ferðavinnuna, ber ikki til einans at hugsa um ferðafólk, bussar og Suðuroynna í samband við Smyril. Skal ferðavinnan mennast, er neyðugt, eisini at hugsa um føroyingar sum ferðast í egnum landi við húsvognum og húsbilum.   Á Føroya Løgtingi, tann 27. apríl 2017 Jógvan Skorheim, løgtingsmaður


Leys Størv
Hugrák
Onki hugrák er tøkt í løtuni.

Gás
Dunna
Fleskjasteik
Ræst
Annað

Skraset Vís úrslit


Ras 2

Lindin

Útvarp

Sjónvarp

Tingvarp





Billett.fo
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo

Ein nýggjan eystanveg, við panorama útsýni!

Grót er grátt, og tað er gott...   Soleiðis yrktu børnini í Sands skúla í samband við biophiliakappingina herfyri. Men er grótið frá Sandoyartunlinum ikki ov gott til bert at tyrva.   Eg fari tí at mæla Landsverki og Innlendismálaráðnum til at hyggja eftir hesum uppskoti. Ein nýggjur vegur til eystanbygdirnar í Sandoynni, sum sneiðir eysturyvir nakað norðanfyri komandi tunnilsmunnan, og so fer suður eftir Traðarhamri, til hann fær fatur aftur á verandi vegi, á Brekkuni Stóru.   Á tann hátt loysa vit stóra ferðslutrupulleikan í Sandslíð, og brúka grótið úr Sandoyartunlinum skilagott.   Eisini loysa vit partvíst upp fyri at ein komandi Suðuroyartunnil, kann byrja í Djúpadali, ella í Dali.   Liggur ov høgt?   Vegurin verður í u.l. 100 m. hædd og u.l. 7 kilometrar langur. Vit hava sjáldan kava longur, frost uppaftur minni.   Hinvegin er útsýnið frálíkt, bæði fyri okkum og tey ferðandi, hagaeigararnir sleppa betri at høgunum.   Eg eri ivaleysur í at hettar er ein góð loysn, uppá fleiri trupulleikar, og serliga gott at grótið, sum jú er gott, verður til gagns, heldur enn ampa.   Við vón um at røttu avvarðandi viðgera málið!   Páll á Reynatúgvu   Løgtingsmaður


Hví er ongin sosialráðgevi í starvið á Ls

Djóni Nolsøe Joensen spyr Sirið Stenberg, landstýrismann í Heilsumálum um manglandi sosialráðgevarum á Landssjúkrahúsinum   Munnligur fyrispurningur   til   Sirið Stenberg, landstýrismann í Heilsumálum   Viðvíkjandi manglandi sosialráðgevarum á Landssjúkrahúsinum     1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at ongin sosialráðgevi er í starvið á Landssjúkrahúsinum í løtuni?   2. Eru ítøkiligar ætlanir um, at seta sosialráðgeva í starv aftur á Landssjúkrahúsinum?   3. Um so er, nær kann hetta væntast at verða gjørt?   Viðmerkingar:   Seinastu 3 árini hevur ongin sosialráðgevi verið í føstum starvið á Landssjúkrahúsinum.   Fyri at ein sjúklingur skal koma so skjótt fyri seg sum gjørligt, er tað av alstórum týdningi, at viðurskiftini rundanum arbeiðslívið, heimalívið og frítíðarlívið hjá viðkomandi eru í lagi. At lívið hjá sjúklinginum uttanfyri sjúkrahúsið verður tikið við í viðgerðina, so at endurmenningin kann gerast so løtt og skjót sum til ber. Hædd skal takast fyri arbeiði, familju, børnum, fíggjarstøðu, stuðulsmøguleikum o.s.fr.   Og tað er júst her, at týdningurin av, at hava sosialráðgevarar atkomiligar á Landsjúkrahúsinum fyri sjúklingin, kemur til sjóndar. Hesir eru nevnliga við til at tryggja rættindini hjá sjúklinginum og kunnu vegleiða um týdningarmikil økir. Økir so sum sjúkradagpengar, arbeiðsbúgving, forsorgarveiting, stakútreiðslur, inntøkumiss vegna sjúkt barn, meirútreiðslur, fyritíðarpensjón, røktarheimspláss o.s.fr.   Týdningurin av, at sosialráðgevin er atkomiligur á staðnum fyri sjúklingin, skal ikki undirmetast. Hesin er bindilið millum sjúkrahús og Almannaverk ella kommunu. Harumframt hevur hann innlit í sjúku- og viðgerðargongdir á sjúkrahúsinum, luttekur á viðgerðarkonferansum og sum tað kanska allar týdningarmesta, uppsøkir sjúklingin á sjúkrasongini. Er við øðrum orðum partur av viðgerðini.   Vit hoyra javnan um sjúklingar, ið detta niður ímillum skipanir, og sum ikki fáa neyðuga ráðgeving og vegleiðing undir innleggjan og við útskrivan og tí kann tað tykjast sera ørkymlandi og undrunarsamt, at ongir sosialráðgevarar eru í føstum størvum á Landssjúkrahúsinum, tí hesir spurningar.   Á Løgtingi, 26. apríl 2017   Djóni Nolsøe Joensen


Samgongan samd um fiskivinnunýskipan.

Samgongan hevur gjørt eina nýggja semju um fiskivinnulógina. sum vit hava hoyrt uppí saman - nú í longri tíð.   Tann sokallaða fiskivinnunýskipan.   Men so er spurningurin um tað í heila tikið er nøkur nýskipan í nýggju lógini sum verður borin niðan í tingi um ikki so langa tíð.   Men tað allarbesta er at samgongan - øll sum hon er vorðin samd


Órógvar fartelefonin - sí svar

Svar   upp á   fyrispurning nr. 70/2016 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.   Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.   Fyrispurningur um fartelefonnýtslu í skúlanum, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)   Fyrispurningurin er soljóðandi:   Metir landsstýrismaðurin, at tað er ein bági fyri miðnámsskúlaskipanina, tá 66% av næmingunum í Hoydølum siga, at fartelefonin órógvar skúlagongdina?   Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera ein yvirskipaðan fartelefonpolitikk fyri fólka- og miðnámsskúlarnar?   Ætlar landsstýrismaðurin at kanna, um samanhangur er millum fartelefonnýtslu og sálarligu heilsuna hjá miðnámsskúlanæmingum?   Svar   Til 1: Á gymnasiala miðnámsøkinum eru reglar um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum ásettar í kunngerð. Har verður m.a. sagt í grein § 2:   Lestrar- og skilhaldsreglurnar skulu áseta mannagongdir fyri skilagóðari atferð á einum útbúgvingarstaði og arbeiðsplássi.   Stk. 2. Reglurnar skulu lýsa skyldu næminganna at luttaka í undirvísingini. Reglurnar skulu eisini áseta mannagongdir í sambandi við handfaring og viðgerð av næmingafráveru.   Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger, eftir hoyring í lærara- og næmingaráði, reglurnar um lestur og skilhald.   Stk. 4. Reglurnar skulu lýsa, hvørji tiltøk, leiðari útbúgvingarstovnsins kann seta í verk mótvegis næmingi, sum ikki fylgir lestrar- og skilhaldsreglunum.   Stk. 5. Lestrar- og skilhaldsreglur skulu standa á heimasíðu stovnsins.   Á heimasíðuni hjá miðnámi á Kambsdali undir skilhaldi verður m.a. sagt um telefonir, at næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði, eftir boðum frá læraranum. www http://kambsdalur.fo/skilhaldsreglur/   Á heimasíðuni hjá Glasir er sama mál umrøtt, og sagt verður, at fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Brýtur næmingur hesa reglu, verður hann burturvístur úr tímanum. http://www.hoydalar.fo/?MId=23&page=30   Til 2: Mentamálaráðið hevur í kunngerð bæði fyri miðnámsskúlarnar og fólkaskúlarnar ásett í kunngerð um gott skil og arbeiðsnáðir í skúlunum lagt hesa uppgávuna út til einstøku skúlarnar at taka støðu til.   Til 3: Landsstýrismaðurin í skúlamálum er neyvan rætti fakligi myndugleikin at taka støðu til eina kanning um møguligur samanhangur er millum sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum, herundir miðnámsskúlanæmingum, og nýtsluna av fartelefonum. Men tað kundi helst verið áhugavert, at ein slík kanning var gjørd.       Vinarliga   Rigmor Dam landsstýriskvinna


Flýggjaði fangin: Skaale setir Pape eina røð av spurningum

- Fangin, sum flýggjaði, er bara enn eitt ítøkiligt dømi um, at viðurskiftini á hýsa fangum í Føroyum ikki eru nøktandi, sigur Sjúrður Skaale, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, eina røð av spurningum um málið.   Viðurskiftini í Mjørkadali komu aftur á breddan í farnu viku, tá ið ein fangi gjørdi sær dælt av illfýsna veðrinum og megnaði at flýggja undan vaktarfólkinum. Fangin varð funnin aftur rættiliga skjótt og er nú sendur til Danmark at sita dómin.   - Eins og aðrir polikarar havi eg verið í Mjørkadali og fingið eitt gott innlit í viðurskiftini. Og tey eru ikki í ordan. Tilboðini til fangarnar eru ikki nóg góð, manningin er ov fáment, bygningurin er ov langt burturi, og ov ymisk sløg av fangum sita saman.   - Nú mugu vit fáa greiðu á, hvat danska stjórnin, sum varðar av hesum málinum, ætlar sær at gera, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum ikki færri enn fimm spurningar um málið.   - Endamálið hjá mær er at varpa ljós á trupulleikan yvirfyri donsku stjórnini. Tí havi eg spurt um alt frá ítøkiligu viðurskiftini í Mjørkadali og til, hvørjar ætlanir stjórnin hevur við málinum í sambandi við komandi fíggjarlógina.   Sjúrður Skaale hevur fleiri ferðir áður tikið upp spurningum um umstøðurnar í Mjørkadali - bæði við undanfarnu og sitandi donsku stjórnina.   - Hetta hevur havt við sær, at ávísar ábøtur eru gjørdar, men samanumtikið er ov lítið ítøkiligt komið burturúr. Nú vóni eg at stjórnin tekur væl ímóti spurningunum og lýsir teir á ein hátt, sum vit kunnu arbeiða konstruktivt víðari við, sigur Sjúrður Skaale.   Spurningar frá Sjúrður Skaale til Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra:   Er det ministerens opfattelse, at de fysiske rammer og tilbuddene til arrestanter og fanger i Mjørkadalur er tilfredsstillende og fuldt ud på højde med, hvad der tilbydes i danske arrester og fængsler?   Er ministeren enig i, at Mjørkadalur ikke er egnet til de formål, som det bliver brugt til, således som en erfaren repræsentant for de ansatte på stedet anførte i den færøske TV-avis, Dagur & Vika, i fredags?   Vil ministeren arbejde for, at der i forbindelse med forhandlingerne om den kommende finanslov afsættes penge til at projektere og bygge et fængsel på Færøerne?   Vil ministeren arbejde for, at der i forbindelse med forhandlingerne om den kommende finanslov afsættes penge til at forbedre forholdene for indsatte og ansatte i Mjørkadalur?   Har ministeren i lyset af sidste uges fangeflugt på Færøerne til hensigt at iværksætte en undersøgelse, som under inddragelse af relevante myndigheder og eksterne interessenter kan belyse, om de nuværende fysiske rammer i Mjørkadalur er egnede at huse fanger, eller om der er behov for at bygge et egentlig fængsel på Færøerne, således som flere fagpersoner og politikere med indsigt i forholdene har udtalt de seneste dage?


Mikudagin er aftur tingfundur

Tingformaðurin hevur boðað til fundar aftur mikudagin og fyrsta á skránni eru munnligir fyrispurningar og síðani 6 mál um 3 viðgerð og eitt mál til 2 viðgerð og seinast - sum altíð, framløga.   Tingfundurin byrjar kl. 11:00   Sí annars logting.fo


SMS Kapping
row6_18

Ongin vinningur skrásettur í løtuni

Sølulysingar



Onnur tíðindi

1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13
Sí fleiri

Vinnan

1 2 3 4 5 6 7 8
Sí fleiri

Politikkur

1 2 3 4 5 6 7
Sí fleiri