Ein persónur handtikin afturat í Svøríki


24/04/2017

Lastbilaálopið í gongugøtuni herfyri hevur leitt politiið til at taka ein mann afturat, tí hesin er undir sterkum illgruna at hava verið við at lagt morðið í svensku gongugøtuni til rættis.   Sum øllum kunnugt varð ein lastbilur rændur og brúktur av terroristi at koyri inn á gongugøtuna og drepa fólk við.   Mangt bendir á at fleiri eru um hesa ræðuligu hendingina.

Aftur nógvir lottopengar í Sandoynna


24/04/2017
Í vikuskiftinum vann ein heppin vinnari 967.089 krónur í Eurojackpot. Vinnarin hevði keypt seðil sín í Effo støðini á Sandi, skrivar Danske Spil.     Tveir aðrir stórvinnarar vóru í Danmark um vikuskiftið. Ein heppin spælari í Næstved vann sjey milliónir krónur og ein í Fjelstrup vann eina millión.     Danske Spil hevur ikki hoyrt frá vinnarunum, sum vunnu peningin um vikuskiftið.     Av tí at ongin vann fyrstu puljuna í Eurojackpot hetta vikuskiftið, so er vinningurin nú 101 milliónir krónur, skrivar Danske Spil   Kelda: in.fo


Brekkan Stóra hevur hálkuávaring


24/04/2017
Á Brekkuni Stóru verður ávarað um hálku. Hann er útnyrðingur vestan og 1 hitasig, men væntast kann at tað í kvøld fer at frysta. Bilførarar eiga at ansa sær í ferðsluni.   Seinni í vikuni verður lýkkjari aftur.


Leys Størv
Hugrák
Onki hugrák er tøkt í løtuni.

Gás
Dunna
Fleskjasteik
Ræst
Annað

Skraset Vís úrslit


Ras 2

Lindin

Útvarp

Sjónvarp

Tingvarp





Billett.fo
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo

Sigla til Skúvoyar uttan skipara á brúnni?

Flestu vanlukkurnar á sjógvi, á landi ella í luftini henda, tí menniskju gera mistøk:   Vit hyggja okkum ikki nóg væl um; vit meta skeivt; vit halda ikki avmarkingarnar í ferðini, og vit leggja lítið í mannagongdir ið hava við trygdina at gera.   (Skrivað. Snorri Brend)   Fyri at sleppa undan øllum hesum mongu vanlukkunum verður í dag arbeitt við at menna flutningshættir, sum kunnu flyta skip, bilar og flogfør, uttan at menniskju eru blandaði uppí.   Í Danmark verður í øllum førum sæð við spenningi og vælvild fram móti tí degi, tá ein slík skipan kann gerast veruleiki á sjónum. Ein slík skipan er longu virkin í metro'ini, sum koyrir í Keypmannahavn, og tykist rigga væl har.   Í 2015 gjøgnumførdi Google tann fyrsta fullkomuliga mannleysa koyritúrin við einum bili í vanligari ferðslu. Nú stendur so siglingin milum oyggjarnar í donskum farvatni fyri tørni.   Í eini sending í Danmarks Radio í vikuni, nevnd Videnskabens Verden, varð sagt, at hesin nýggi hátturin at stýra slíkum mannleysum skipum, er serliga væl egnaður til tær smærru oyggjarnar har.   - Hetta fer eisini at økja um trygdina á sjónum, sigur Mogens Blanke, professari á Danmarks Tekniske Universitet, stytt DTU Elektro í sendingini.   Og hvør veit, – fer henda skipanin at rigga í donskum farvatni, hví kann hon so ikki eisini rigga í sigling innanoyggja her hjá okkum. Ein tanki – og eitt gott dømi - kundi verið siglingin millum Sand og Skúvoy.     TRYGDIN Í HÁSÆTI   Í sendingini á DR varð sligið fast, at tað sjálvandi ikki er neyðugt við slíkum føraraleysum ferjum. Men tað kann vera til fyrimuns fyri skipaferðsluna og trygdina á sjónum:   Slíkar mannleysar ferjur verða ikki troyttar ella óansnar, hóast tær hava verið á vakt í 24 tímar út í eitt. Aftanfyri tøknina og skipanina sita sjálvandi fólk, ið hava eftirlit við at alt fer rætt fram – men umborð á ferjuni verður ikki neyðugt við fólki á brúnni.   Í sendingini var víst á, at ein slík skipan er til fyrimuns fyri fólk á smærri oyggjunum, tá illa vildi til, og ongin tyrla er tøk til sjúkraflutning. Tá kann ein slík ferja leggja frá landi og verða á staðnum, dag og nátt 24/7, til ásettu tíð.   Enn er alt hetta bert á tekniborði, men tað fer neyvan at ganga long tíð til tann fyrsta mannleysa ferjan verður bygd og royndarsiglt í donskum farvatni.   - Og so hava vit als ikki tosað um trygdina. Hon fer at batna betýðiligt, sigur Mogens Blanke, professari á DTU Elektro.   Spennandi verður at fylgja menningini av hesi ótrúligu tøknini – og sum kanska eisini kann setast í verk í Føroyum – enntá eisini um Skúvoyarfjørð!     Myndatekstur:   Sildberin í sigling – kanska kann ein nýggjur Sildberi røkja siglingina til Skúvoyar uttan nakað fólk á brúnni (Mynd: ssl.fo)


Bogi og Magni vunnu FM í bridge

Bogi Simonsen og Magni Jøkladal vunnu FM í bridge fyri pør. Kappingin var spæld í Bridgehúsinum leygardagin. Í alt vóru spæld 78 spøl frá kl. 10 fyrrapart til kl. 20.30 um kvøldið. Eftir 30 spøl løgdu Bogi og Magni seg á odda og lógu á fyrsta plássi restina av kappingini. Nummar tvey gjørdust Balle Mohr og Árni M. Dam og nummar 3 Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg.   FM pør var seinasta kapping í Føroyum í hesum bridgeárinum, men 20. mai skulu 16 bridgespælarar verða við í íslendsku landspartakappingini Kjørdæmamót.     Myndatekstur:   Føroyarmeistarar í bridge fyri pør: Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen   Nr. 2: Balle Mohr og Árni M. Dam   Nr. 3: Símun Lassaberg og Arne Mikkelse


Suðuroyingar aftur á fyrsta plássi

So var nýggja felagsliðið í Suðuroynni aftur á odda í fremstu deildini hjá monnum. Suðringar hava verið flúgvandi higartil í ár, og gjørdu eitt veruligt comeback í dystinum móti B36 við Stórá í dag og vunnu 3-2 eftir at hava veirð aftanfyri 2-0.   Víkingur megnaði bara at fáa eitt stig á heimavølli í dag móti KÍ, og dettur tí á annað pláss.     TB/FCS/Royn - B36 (3-2)   Patrik Johannesen 0-1   Patrik Johannesen 0-2   Jón Krosslá Poulsen 1-2   Jón Krosslá Poulsen 2-2 brotsspark   Poul Ingason 3-2   Víkingur - KÍ (2-2)   Sjálvmál 0-1   Fróði Benjaminsen 1-1   Atli Danielsen 1-2   Adeshina Lawal 2-2   NSÍ - HB (1-0)   Klæmint A. Olsen 1-0   EB/Streymur - 07 Vestur (0-2)   Ken Fagerberg 0-1   Jákup S. Olsen 0-2   Skála - ÍF (0-0) í gjár     Støðan eftir fimm umfør   1. TB/FCS/Royn (12 stig)   2. Víkingur (11 stig)   3. KÍ (7 stig)   4. HB (6 stig)   5. NSÍ (6 stig)   6. 07 Vestur (6 stig)   7. ÍF (5 stig)   8. B36 (4 stig)   9. EB/Streymur (4 stig)   10. Skála (3 stig)   Kelda: portal.fo


Sandoyar Javnaðarfelag aðalfund í Skálavík

Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag fer týsdagin 2.mai at halda aðalfund á Keldu í Skálavík. Felagið fær vitjan av løgmanni og tingmanni, Jónleif Johannesen. Tað er onki at ivast í at hetta verður ein rættiliga spennandi fundur nú tað brennur á at fáa eina fiskivinnunýskipan og eina nýggja almennalóggávu har man fer at hækka pensjónsaldurin úr teimum 67 árum nú øll gerast nógv ár eldri enn fyri bara 25 árum síðan, tunnil um Skopunarfjørð og tunlar út á smáu plássini.   Fundurin í Skálavík verður kl. 19 og nýggir limir eru vælkomnir upplýsir felagið


Seinasta freist Visit Sandoy

Í dag er seinasta freist at søkja starv á Sandoyar Kunningarstovu, men hetta er eitt tíðaravmarkað starv - helst gott arbeiði til ein lesandi.   Tað er ein fyrimunur hjá tí sum søkir at hava royndir í ferðavinnuni og annars duga væl mál.   Sí annars starvslýsing her á portalinum


Nýggir nevndarlimir valdir í Betri

Ársaðalfundir hava í dag verið í Ognarfelag Tryggingartakaranna og restini av Betri samtakinum. Fleiri nýggir limir vórðu valdir í nevndirnar í samtakinum. Nýggjur grannskoðari varð samstundis valdur.   Ognarfelag Tryggingartakaranna   Tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna á aðalfundinum í dag. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.   Umboðsráðið valdi at seta Teitur Poulsen, Gunn Danielsen, meðan Arni D. Brattaberg varð afturvaldur. Karl Birgir Isaksen, Birgir Nielsen og Annika Waag stóðu ikki fyri vali.   Nevndin hevur skipað seg við Birgir Nielsen, sum formanni og Teiti Poulsen sum næstformanni.   Nýggjur grannskoðari valdur   Fyrr í ár varð grannskoðanarvirksemið hjá Betri samtakinum bjóðað út av nýggjum. Allar føroyskar fyritøkur, ið eru førar fyri at loysa hesa stóru uppgávuna, fingu møguleika at bjóða uppá uppgávuna. Grannskoðaravirkini Januar saman við PWC og Numo saman við   Deloitte tóku av møguleikanum.   Av innkomnu tilboðunum valdi nevndin at innstilla P/F Januar í Tórshavn og PWC í Danmark.   Aðalfundurin atkvøddi fyri. Sostatt fara Januar og PWC at samstarva um alla uttanhýsis grannskoðanina av Betri samtakinum.   Aðalfundir í dóttirfeløgunum   Eisini vórðu hildnir aðalfundir í Betri P/F, Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim í dag.   Í Betri Banka vórðu tveir nýggir nevndarlimir valdir. Tey eru Bjørn Mortensen og Janet Fríða Johannesen. Bjørn Mortensen er fyrrverandi stjóri í Nykredit Bank, og Janet Fríða Johannesen er fyrrverandi stjóri og núverandi ráðgevi í Atlanticon.   Nevndin í Betri Pensjón fekk eisini ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum í dag. Talan er um fyrrverandi stjóran í felagnum, Mortan Poulsen, sum í dag røkir annað starv í samtakinum.   Samlað yvirlit yvir allar nevndarlimir hjá Betri samtakinum eru at finna á betri.fo.   Betri p/f   Tórshavn, 21. apríl 2017


SMS Kapping
row6_18

Ongin vinningur skrásettur í løtuni

Sølulysingar



Onnur tíðindi

1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13
Sí fleiri

Vinnan

1 2 3 4 5 6 7 8
Sí fleiri

Politikkur

1 2 3 4 5 6 7
Sí fleiri