9.apríl er konfirmatión í Skopunar kirkju


28/03/2017

Konfirmantar í Skopunar kirkju, sunnudagin 9. apríl 2017, kl. 11.00, við Havsteini Klein, sóknarpresti   Elsa Dalsgaard, Ovari vegur 18, 210 Sandur   Fridrikka Maria Klementsen, Undir Gøtuni 6, 210 Sandur   Jóhanna Sofía Hentze, Koytugøta 8, 210 Sandur   Anja Hentze Anthoniussen, Undir Reynum 13, 210 Sandur   Valdimar Dalsgaard, Ovari vegur 18, 210 Sandur   Bogi Hentze, Ágarður 6, 210 Sandur   Pætur Nolsøe, Mørkin Mikla 4, 210 Sandur

Páskamøtir í Meinigheitshúsinum, Havn


21/03/2017
- Í ár fara vit at hava spennandi páskamøtir í Meinigheitshúsinum, skrivar heimasiðan hjá meinigheitini   Møtini verða frá Langa fríggjadag 14. apríl til 2. Páskadag 17. apríl   Langa fríggjadag 14. apríl kl 18.00   Leygarkvøld 15. apríl kl 19.30   1. Páskadag 16. apríl kl 18.00   2. Páskadag 17. apríl kl 18.00   Talarar verða kunngjørdir seinni.   Evni er "Jesus Livir"   Hví hava páskamøtir?   Tí at "hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót."   Jesaja 53, 5   Øll eru hjartaliga vælkomi


Grøðir fólk og vísir vegin til Jesus


20/03/2017
Í vikuskiftinum hava føroyingar fingið eina ættiliga forvitnisliga vitjan, tá danin Hans Berntsen kom til landið. Fyrrapartin tók hann vertirnar í útvarpinum á bóli tá ið hann lekti annan teirra. Jesus livir!.   Hans Berntsen er ein vanligur maður, sum í síni tíð var stjóri hjá bilafyritøkuni Volvo í Danmark. Hann hevur haraftrat fingið ta andaligu gávuna at biðja fyri fólki sum hava tørv á forbøn til likams og sálar. Tey seinastu mongu árini hevur hann tí bert ferðast runt og hildið frelsu og grøðingarmøtir.   Nú hann vitjar í Føroyum fer hann at hava fleiri møti, har boðið verður til frelsu og grøðing – alt undir skipaðum viðurskiftum.   - Eg veit av royndum, at øll sum tað verður biðið fyri, fáa nakað gott burturúr tí. Eg vil tó leggja dent á, at tað er ikki nøkur serlig megi í mínum hondum, men hjá Gudi er alt gjørligt.   - Tí kann eg við stórari frímóð biðja fyri øllum fólkum, sigur Hans Berntsen.   Vitjað verður í Vági, á Viðareiði, í Klaksvík og í Havn. Hans Berntsen fer av aftur landinum mikudagin.     GUDS KÆRLEIKI   Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hans Bernsen vitjar í Føroyum. Hann hevur verið her fleiri ferðir áður, eins og hann hevur vitjað í fleiri ymiskum heimspørtum.   Nú eru tað so hesi fýra støðini í Føroyum sum hann vitjar. Møtirøð hansara byrjar fríggjadagin við møtum í Frelsunarherinum í Vági, - fyri monnum kl. 9:30 og um kvøldið kl. 21 við almennum møti á sama staði.   Leygarkvøldið fer hann allan vegin norður til Viðareiðis, har møti verður í skúlanum í bygdini kl. 19:30. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti í Soli Deo Gloria í Klaksvík og mánakvøldið kl. 19:30 í KFUM/K í Klaksvík. Seinasta møtið á hesum sinni verður í Oasuni í Hoyvík týskvøldið kl. 19:30.   Hans Berntsen gleðir seg til at vitja oyggjar okkara enn einaferð.   - Møtini verða hildin, við tí fyri eyga at boða Guds kærleika, og um, hvussu gleðiboðskapurin kann broyta og grøða menniskju gjøgnum persónliga forbøn, verður sagt.   Útlendskir miðlar hava víst hesum møtum ans. Millum annað hevur Danmarks Radio havt sendingar við honum, har teir hava tosað við Hans Berntsen og við fólk sum hann hevur biðið fyri – og sum eru vorðin frísk, eisini við vísindaligum prógvum.   Ein leinkja til eitt slíkt dømi er viðheft her niðanfyri:   https://www.youtube.com/watch?v=aVgUZX5hLSY


Leys Størv
Hugrák
Onki hugrák er tøkt í løtuni.

Gás
Dunna
Fleskjasteik
Ræst
Annað

Skraset Vís úrslit


Ras 2

Lindin

Útvarp

Sjónvarp

Tingvarp





Billett.fo
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo

Fyrsta føroyska Bíbliuútgávan á gerandismáli, koma út í ár

Tíðindaskriv frá Føroyska Bíbliufelagnum   Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 21. mars kl. 20 í missiónshúsinum í Miðvági.   Jenny Lydersen byrjar við andakt og síðani er skráin til limafundin sambært viðtøkum felagsins.   Nýliga setti aðalskrivarin Gunnar K Nattestad hevur ársfrágreiðing felagsins. 2016 hevur verið eitt sera hendingaríkt ár, har felagið m.a. var upptikið sum limur í alltjóða bíbliufelagnum UBS og fekk handa nýggju umsetingina av gamla testamenti eftir Hans Jacob Joensen frv. bisp.   Greitt verður eisini frá fíggjarligu gongdini og útgávuætlanini fyri 2017, sum verður søguligt, tí føroyingar fyri fyrstu ferð í meira enn 50 ár, fara at fáa eina nýggja bíbliuútgávu – eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum, kallað Nýggi Sáttmálin. Fleiri aðrar útgávur eru eisini í skjáttuni.   Teir 400 limirnir fáa eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiði hjá felagnum.   Aftaná, hevur Bergur D. Joensen prestur, fyrilestur við heitinum “Luther og Bíblian”.   Nýggir limir kunna tekna seg á fundinum ella á heimasíðu felagsins:   www.biblia.fo   Hjartaliga vælkomin!


Felags gudstænasta við Havnar Hornorkestri í Sandoyar prestagjaldi

Á triðja ári á rað verður skipað fyri felags gudstænastu í Sandoyar prestagjaldi, sunnudagin 19. mars, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini inni í Dal. Havstein Klein, prestur, prædikar. Gudstænastan verður hildin í sambandi við fótbóltsmarathon, sum B71 skipar fyri.   Í ár verður gjørt eitt sindur burturúr.   Havnar Hornorkestur spælir til sálmasangin, Tróndur Herason Olsen stjórnar.   Børn av Sandi syngja.   Konfirmantar luttaka við upplestri og hava saman við lærara gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.   Høgni Reinert Hansen, ljóðtøkningur, hevur tikið upp ljóðið av kirkjuklokkum í øllum prestagjaldinum. Vit fara at hoyra tær, hvussu tær hava hvør sín dám og ljóm. Í meðan síggja vit myndir av kirkjunum, sum ljóðið er frá.   Høvi verður at keypa døgurða eftir gudstænasta.


Í kvøld syngur Argjakórið á Sandi

Missiónsvikan á Sandi heldur fram í kvøld kl. 19:00 har Argjakórið fer at syngja og tala og eftir møtið verður boðið til ein góðan drekkamunn har øll eru hjartaliga vælkomin. Innsavnan verður eisini til húsið.   Missiónsvikan byrjaði formelt hóskvøldið tá Elin Jacobsen talaði og í gjárkvøldið sungu og talaðu Manskórið hjá Frelsunarherinum.


Missiónsvika á Sandi: Í kvøld talar Elin Jacobsen

Hesa vikuna er missiónsvika heima á Sandi og í kvøld fer Elin Jacobsen at tala og Fríðgerð Kjærbo syngur.   Møti byrjar kl. 19 har øll eru vælkomin. Aftaná møtið verður boðið drekkamunn og okkurt gott afturvið.


Føstugudstænasta á Sandi og Dali

Í kvøld er føstugudstænasta í Dali kl. 19 og heima á Sandi kl. 20:15  v/Eiðispresti, Emil Olsen   Missiónsvikan á Sandi byrjar í morgin kl. 20 í Missiónshúsinum har øll eru vælkomin


Gudstænasta v/altargongd sunnudagin

Sunnudagin kl. 12 er gudstænasta við altargongd í Sands kirkju við Havstein Klein.   Týsdagin er aftur føstugudstænasta Sands kirkju tá Emil Olsen. prestur vitjar. Gudstænastan byrjar kl. 20:15 og er byrjanin til missiónsvikuna á Sandi.


SMS Kapping
row6_18

Ongin vinningur skrásettur í løtuni

Sølulysingar



Onnur tíðindi

1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13
Sí fleiri

Vinnan

1 2 3 4 5 6 7 8
Sí fleiri

Politikkur

1 2 3 4 5 6 7
Sí fleiri