Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Brennandi hjørtu





»Brann ikki hjartað í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?« (Luk. 21, 32)

Johannes Danielsen, skrivar

Tað var sunnudagur í Jerúsalem. Jesusar vinir sótu í myrkri og vónloysi. Tað vóru longu gingnir tríggir dagar síðani Jesus doyði. Og við honum doyði teirra vón og trúgv. Kleopas og vinir hansara kundu líka so væl fara heim til Emmaus.

Sjálvsagt tosaðu teir saman um deyða Jesusar. So kom Jesus heilt óvart í fylgi við teimum. Men teir kendu hann ikki.

Meðan teir gingu fram á leið, opnaði Jesus Skriftina fyri teimum. Út frá Bíbliunnar orðum og lyftum, so greiddi hann teimum frá, at Messias mátti doyggja, áður enn hann kundi fara inn í sæluna. Og so bjóðaðu teir Jesusi inn at eta saman við teimum. Tá opnaðust eygu teirra, so at teir kendu hann,

Hendan undurfulla frásøgn hevur í sær ein eina stóra gleði og uggan. Tá tú gongur syrgin og aleinaður, tá tú nívist av vónloysis myrkri, og tá tú heldur at Jesus er tikin frá tær, tá kemur hann til tín!

Hann var ikki deyður. Vónin var ikki gjørd til einkis. Hann stóð upp til lívið, og hann kann aldri doyggja meira. Hann livir, og hann kemur til okkum í okkara gongd í hesum heimi.

Møti við Jesus kyndi ein eld í hjørtum teirra. Teir høvdu júst gingið 12 kilometrar frá Jerúsalem. Men tá Jesus kom, bleiv øll teirra tilvera broytt, teir máttu aftur til Jerúsalem! Sama kvøldið! Tað sótu mangir av Jesusar vinum í tí sama myrkrinum og sama vónloysinum, sum teir sjálvir høvdu sitið í. Á hendan hátt síggja vit, hvussu hjartaeldurin ikki bara brennur í hjørtunum. Teir máttu fara til gongu! Teir máttu siga frá!

Í dag skjótt 2000 ár seinri, eru tað mong, sum liva uttan at hava møtt tí upprisnað Jesusi. Tey liva í myrkri og vónloysi. Jesus vil brenna í tínum hjarta, so at eldurin fer víðari til tínar føtur, til tínar hendur, og til tín munn...

Kennir tú lítið og einki til hendan eld? Hevur tú brúk fyri eini endurnýggjan av Jesusi? Hann kemur til tín. Lat hurðina upp fyri honum. Jesus tendrar eldin í okkum, og biðir okkum bera hann víðari til onnur.

Eisini í dag gongur Jesus her í heiminum – hann livir í okkum!

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið